
Andaligar dyr
01.08.22 | Símin P. JacobsenSímun P. Jacobsen talar um andaligar dyr. Bíblian talar í fleiri førum um andaligar dyr, sum vit kunnu ganga ígjøgnum ella ikki.
Bræv Paulusar til Kolossumanna kap. 4.2-3 sigur soleiðis:
Verið áhaldandi í bønini, við tað at tit eru árvaknir í henni við takkargerð, so at tit eisini biðja fyri okkum við, at Guð má lata okkum upp einar dyr fyri orðinum til at tala loyndarmál Krists, fyri hvørs skuld eg eisini eri bundin, til tess at eg kann opinbera tað soleiðis, sum eg eigi at tala.
Paulus áminnir samkomuna í Kolosse um at biðja. Bøn er ikki bert eitt gott hugskot, men eini boð. Vit skulu hugsa um, at Paulus er í fongsli, tá ið hann skriver hetta. Hann sat aftanfyri stongdar dyr og tað, sum hann biður samkomuna biðja fyri, er, at Gud mátti lata honum upp einar dyr fyri orðinum, so hann kundi tala Guds orð til tey, hann kom í samband við. Hann kundi havt biðið um at verði leyslatin, men bað heldur um ein møguleika at tæna Gudi, har sum hann var.
Og einglinum hjá kirkjuliðinum í Filadelfiu skalt tú skriva: Hetta sigur tann heilagi, tann sannorðaði, sum hevur lykil Dávids, hann sum letur upp, so at eingin letur aftur, og letur aftur, so at eingin letur upp:
Hoyr Símun tala um, hvat vit kunnu gera, um vit kenna okkum andaliga aftanfyri afturlatnar dyr.
Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar
Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið
Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025
Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...
