Andaligur fíggindi (1)

Lívsins Orð · Andaligur fíggindi (1)

Poli Jacobsen talar um, at vit hava ein andaligan fígginda. Tað er nógv, sum hendir í okkara lívi, sum vit ikki hava ræði yvir, og tí trúgva nógv menniskju, enntá trúgvandi, at Gud hevur eina ætlan við øllum, sum hendir. 

Nú kunnu tað vera hendingar, sum Gud hevur eina ætlan við, men sambært Guds Orði, so hendir eisini nógv, sum Gud ikki hevur eina ætlan við. Vit fáa greitt at vita í Skriftini, at vit hava ein mótstøðumann. 

Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt! (7) Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. (8) Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt. – 1 Pæt. 5.6-8

Ofta bíða vit trúgvandi eftir, at Gud skal gera okkurt við ymiskt í okkara lívi. Men tað er ein rættur samanhengur at bíða eftir Gudi, og tað er ein skeivur. Tað er sumt, sum bert Gud kann gera, men tað er eisini tað, sum Gud hevur biðið okkum um at gera.

Hoyr Pola Jacobsen tala um:

1. At vit mugu vita, HVØR okkara andaligi fíggindi er

2. At vit mugu vita, HVAT Jesus hevur gjørt við okkara andaliga fígginda

3. At vit mugu vita, hvat VIT skulu gera við okkara andaliga fígginda

Úr somu røð

Andaligur fíggindi (2)

Hoyr Pola Jacobsen tala annan part av, at vit hava ein andaligan fígginda. Í einum og hvørjum...

Andaligur fíggindi (3)

Poli Jacobsen talar triðja part um okkara andaliga mótstøðumann. Guds orð ger okkum greitt, at vit hava ein ...

Andaligur fíggindi (4)

Hoyr Pola Jacobsen tala fjórða part av røðini Andaligur fíggindi. Pætur sigur í 1. Pæt. 5.6-9: ...

Aðrar greinar

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...