Andaligur fíggindi (2)

Lívsins Orð · Andaligur fíggindi (2)

Hoyr Pola Jacobsen tala annan part av, at vit hava ein andaligan fígginda. Í einum og hvørjum stríði er neyðugt at kenna sín fígginda.

Tað er ein søga frá fyrra heimsbardaga (1914-1918) um, at verjumálaráðið í London sendi eini boð til ein av sínum fjarskotnu hernaðarstøðum í Afrika, sum segði nakað soleiðis: “”Kríggj er brostið á. Handtak allar fíggindar í tykkara øki. Verjumálaráðið fekk skótt svar aftur: “”Vit hava tikið tíggju týskarar, seks belgiarar, fýra fraklendingar, tveir italumenn, tríggjar eysturríkarar og ein amerikanara. Kunnu tit siga okkum, hvør okkara fíggindi er?”” Tað vísti seg, at Bretland, Frakland, Russland, Italia, Rumenia, Japan og Amerika vóru sameindir, so hendan herdeildin hjá Onglandi hevði handtikið fleiri sameindar, tí teir ikki vistu, hvør fíggindin var.

Eyðmýkið tykkum tí undir veldigu hond Guds, so Hann á tíð Síni kann seta tykkum høgt! (7) Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum. (8) Verið edrú, vakið! Mótstøðumaður tykkara, Djevulin, gongur um sum brølandi leyva og leitar eftir, hvørjum hann fær gloypt. (9) Standið honum ímóti, føst í trúnni! Tit vita jú, at hesar somu líðingar eru lagdar á brøður tykkara í heiminum. – 1.PÆT. 5.6-9

Tað hevur stóran týdning, at vit kenna okkara andaliga fígginda og vita, hvussu hann arbeiðir. Tó kunnu vit ikki hava alt okkara fokus á honum, men eisini á hvat Guds Orð sigur um okkum og tað, vit hava fingið fyri at liva sigrandi yvir fíggindanum.

fyri at vit skulu ikki verða dáraðir av Satan; tí tað, sum hann hevur í huga, eru vit ikki ókunnigir við. (2. Kor. 2.11)

Hvussu er statt hjá okkum í dag? Eru vit kunnug við tað, sum okkara fíggindi hevur í huga, ella eru vit dáraði av honum? Gud hevur givið okkum fleiri lýsingar av fíggindanum, fyri at vit skulu kenna hann aftur í hansara virki á jørðini. Hvat sigur Bíblian um fíggindan?

Hoyr Pola Jacobsen tala um, hvør Djevulin er, og hvat Bíblian kallar hann:

1. Mótstøðumaður (1. Pæt 5.8)

2. Faðir lygnarinnar (Jóh. 8.44-45)

3. Villeiðari (Opin. 12.9)

4. Tjóvur (Jóh. 10.10)

Úr somu røð

Andaligur fíggindi (1)

Poli Jacobsen talar um, at vit hava ein andaligan fígginda. Tað er nógv, sum hendir í okkara lívi, sum vit i...

Andaligur fíggindi (3)

Poli Jacobsen talar triðja part um okkara andaliga mótstøðumann. Guds orð ger okkum greitt, at vit hava ein ...

Andaligur fíggindi (4)

Hoyr Pola Jacobsen tala fjórða part av røðini Andaligur fíggindi. Pætur sigur í 1. Pæt. 5.6-9: ...

Aðrar greinar

Gud er faðir okkara

Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?

Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn

Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...