
Ápostlasøgan 29
06.06.21 | Símin P. JacobsenHoyr Símun P. Jacobsen tala um, at Ápostlasøgan hevur ongan formligan enda, men er ætlað at halda fram. Vit, sum eru trúgvandi, skriva kristnu søguna í dag.
Í Ápostlasøguni síggja vit, at samkoman vaks við nógvari ferð. Hon bæði vaks í tali, men eisini á annan hátt, eitt nú í kraft og tænastu fyri Harran. Men vit síggja eisini ómoral, falslærur og fráfall í byrjanini av kristnu samkomuni. Hóast tað, so eru tað trý ting, sum eyðkendu tey fyrstu kristnu.
Fyri tað fyrsta, høvdu tey umsorgan fyri menniskjum. Í Apostlasøguni kap. 6, síggja vit samkomuna velja sjey mans til at hava ábyrgdina av, at matur varð býttur út til tey, sum trongdu. Hesir skuldu vera fullir av Guds Anda og kraft. Júst hetta, var eitt av teimum eyðkennunum, sum gjørdi tey fyrstu kristnu so væl umtókt. Søgufrøðingar meta, at fyrstu tíðina býttu tey kristnu í Jerusalem mat út til 1500 fólk dagliga.
Í øðrum lagi, so hildu tey fast við at koma saman, har tey vóru. Tey hildu fast við felagsskapin við onnur trúgvandi. Júst hetta, at tey komu saman fyri at áminna og uppmuntra hvønn annan, gjørdi, at tey vunnu á teimum avbjóðingum, sum møtti teimum kristnu í fyrstu tíðini.
Í triðja lagi, so prædikaðu tey Gud sum faðir og ikki bara sum Gud. Nógv av hinum, sum boðaðu sín gud, talaðu um ein strangan Gud, sum kravdi, meðan tey fyrstu kristnu prædikaðu Gud sum ein kærleiksfullan faðir.
Aðrar greinar

Hvussu er okkara samskifti?
Tanja N. Olsen talar um hví vit eiga at varða okkara tungu. Vit siga at vit hoyra Jesusi til, men líkjast vi...

Jesus elskar teg
Símin P. Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hetta er s...

Guds rættvísi 2
Poli Jacobsen talar annan part um Guds rættvísi út frá Lukas 18.9-14. Í hesi undirvísingini verður hugt at muninum í mil...