
At virka í Guds ríki
14.03.19 | Godwin Sunder(Talan er á enskum, men týdd til føroyskt)
Matt. 9.36-38: Táið Hann sá fólkið, tykti Honum hjartaliga synd í teimum; tí tey vóru illa hagreidd og vanrøktað sum seyður, ið ongan hirða hevur. 37: Tá segði Hann við lærisveinar Sínar: “”Skurðurin er stórur, men arbeiðsmenninir eru fáir. 38: Biðið tí Harra skurðarins senda út arbeiðsmenn til skurð Sín!”” 10. 11: Har sum tit koma inn í bý ella bygd, spyrjið eftir har, hvør ið er tað verdur, og verðið hjá honum, inntil tit fara avstað haðani! 12: Táið tit koma inn í hús, so heilsið tí! 13: Er tá húsið tað vert, so komi friður tykkara yvir tað! Men er tað tað ikki vert, vendi friður tykkara aftur til tykkara. 14: Um onkur ikki tekur ímóti tykkum og ikki lurtar eftir orðum tykkara, so farið út úr tí húsi ella tí býi, og ristið dustið av fótum tykkara!
Sum trúgvandi eru vit ikki bara kallað at FARA, men eisini at TAKA ÍMÓTI. Øll eru ikki kallað at fara út í fulltíðartænastu fyri Harran, men øll eru kallað at BYGGJA Guds ríkið. Vit eru øll kallað at TAKA ÍMÓTI teimum, sum bera evangeliið.
Hvussu handla vit, sum eru kallað til fulltíðartænastu, og hvussu handla vit, sum ikki eru kallað til tað?
LEVI, prestaættin í Ísrael, fekk ongan arvalut í lovaða landinum sum hini, tí Harrin var lutur teirra. Tey skuldu búgva í millum alt fólkið, spreidd út.
Matt. 10.40-42 leggur dent á setningin ”Tann, sum tekur ímóti…” Her sigur Jesus, at tann, sum TEKUR ÍMÓTI, skal fáa somu løn, sum tann, sum kemur við gleðiboðskapinum, um hann ger tað við røttum hugburði.
Talan er á enskum, men týdd til føroyskt.
Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar
Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið
Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025
Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...