Lat Jesus stýra

Lívsins Orð · Lat Jesus stýra

Hoyr Símun P. Jacobsen tala um, at Bíblian samanber tey trúgvandi við eitt likam og Jesus við høvdið á likaminum. Hetta merkir, at Jesus er hann, sum stýrir. Men hvussu er tað í okkara lívi? Er Jesus tann stýrandi? Í Kol. 1. 15-18 stendur skrivað soleiðis:

Og hann er mynd hins ósjónliga Guðs, hin fyrstiføddi fyri ein og hvønn skapning, tí at í honum vórðu allir lutir skapaðir í himnunum og á jørðini, hinir sjónligu og hinir ósjónligu, annaðhvørt tað eru hásæti ella harradømi ella máttir ella vald. Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara; og sjálvur er hann fyrr enn allir lutir, og allir lutir standa við í honum. Og hann er høvd likamsins, tað er kirkjuliðsins, hann sum er upphavið, hin fyrstiføddi av hinum deyðu, fyri at hann í øllum lutum skuldi vera fremstur.

Ein av trupulleikunum í samkomuni í Kolosse var helst tann, at fleiri ivaðust í, um Jesus var yvir øllum. Tey høvdu trupulleikar við at trúgva, at Jesus hevði ta støðu, sum Hann hevur. Tí er tað Paulus áminnir tey um tað, sum Jesus er: 

Spurningurin er bara, hvønn týdning Jesus hevur fyri okkum í dag?