Eingin umbering

Lívsins Orð · Eingin umbering

Hoyr Símun P. Jacobsen tala um, at leggja umberingar frá okkum og fara út og gera tað, sum Jesus bað okkum gera. Tá ið vit lesa í Skriftini um tað, sum hendi frá Pálmasunnudegi, til Jesus fer til Himmals, síggja vit, hvat Jesus legði dent á. Jesus gevur teimum boð um at prædika evangeliið, men áðrenn teir fara út, skuldu teir bíða eftir Heilaga Andanum. Tí uttan Heilaga Andans kraft, kundu teir ikki gera tað, sum Jesus bað teir um at gera.

Jesus segði við teir, at teir “”skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini”” (Aps. 1.8)

Í Aps. 4.13 síggja vit, hvørji menniskju Gud valdi Sær út:

Men tá ið teir sóu hetta dirvið í Pæturi og Jóhannesi og fingu at vita, at teir vóru ólærdir menn og leikmenn, undraðust teir. Og teir komust við teir, at teir høvdu verið við Jesusi.

Tey vóru vanlig menniskju, sum tú og eg, men við Heilaga Andans hjálp, gjørdust tey eitt reiðskap hjá Gudi. Gud hyggur ikki at tí útvortis, men hyggur at tínum hjarta. Hetta síggja vit eisini, tá ið Gud sendi Sámuel at salva nýggjan kong yvir Ísrael í 1. Sámuelsbók 16.7.

Aðrar greinar

Guds lyfti halda

John Abrio talar um, at Gud er óbroytandi og heldur alt tað, sum Hann hevur lovað. Hann deilir eisini sín vitnisburð ta...

Hvussu liva vit?

Poli Jacobsen talar út frá 1. Tessalonika brævi kap. 1. um hvussu tey trúgvandi í Tessalonika eru eitt fyridømi fyri øl...

Hvør er Jesus fyri teg?

Símin P Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hett...