
Eingin umbering
31.05.20 | Símin P. JacobsenHoyr Símun P. Jacobsen tala um, at leggja umberingar frá okkum og fara út og gera tað, sum Jesus bað okkum gera. Tá ið vit lesa í Skriftini um tað, sum hendi frá Pálmasunnudegi, til Jesus fer til Himmals, síggja vit, hvat Jesus legði dent á. Jesus gevur teimum boð um at prædika evangeliið, men áðrenn teir fara út, skuldu teir bíða eftir Heilaga Andanum. Tí uttan Heilaga Andans kraft, kundu teir ikki gera tað, sum Jesus bað teir um at gera.
Jesus segði við teir, at teir “”skulu fáa kraft, tá ið heilagur andi kemur yvir tykkum, og tit skulu verða vitni míni bæði í Jerúsalem og í allari Júdeu og Sámáriu og líka til ytstu endamark á jørðini”” (Aps. 1.8)
Í Aps. 4.13 síggja vit, hvørji menniskju Gud valdi Sær út:
Men tá ið teir sóu hetta dirvið í Pæturi og Jóhannesi og fingu at vita, at teir vóru ólærdir menn og leikmenn, undraðust teir. Og teir komust við teir, at teir høvdu verið við Jesusi.
Tey vóru vanlig menniskju, sum tú og eg, men við Heilaga Andans hjálp, gjørdust tey eitt reiðskap hjá Gudi. Gud hyggur ikki at tí útvortis, men hyggur at tínum hjarta. Hetta síggja vit eisini, tá ið Gud sendi Sámuel at salva nýggjan kong yvir Ísrael í 1. Sámuelsbók 16.7.
Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀
Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...
