
Eitt lív í sigri
31.05.23 | Poli JacobsenHoyr Pola Jacobsen tala um at liva eitt sigrandi kristinlív. Trongd og trupulleikar eru ein partur av lívinum hjá flest øllum okkara, og hesi ávirka okkum bæði andaliga, sálarliga og likamliga. Spurningurin er ikki, um vit møta trongdum og trupulleikum, men HVUSSU vit møta teimum, og HVAT vit gera við hesi. Jesus sigur í Jóh. 16.33:
Hetta havi Eg talað til tykkara, fyri at tit skulu hava frið í Mær. Í heiminum hava tit trongd, men verið hugreystir – Eg havi sigrað yvir heiminum!
Trongd og trupulleikar eru ikki eitt tekin um andaligheit, men tey eru heldur ikki eitt tekin uppá manglandi andaligaheit. Jesus ger okkum greitt, at vit koma at hava trongd í hesum heimi. MEN samstundis sigur Hann okkum, at vit kunnu hava FRIÐ í Honum. Tað, sum vit hava í Honum stendur í mótsøgn til tað, sum heimurin hevur at bjóða okkum. Men hvussu kunnu vit møta hesum heimi og liva eitt sigrandi lív? 1. Jóh. 5.4-5 sigur:
Tí alt tað, sum føtt er av Gudi, sigrar heimin, og hetta er sigurin, ið sigrað hevur heimin: Trúgv okkara. Hvør er tann, ið sigrar heimin, uttan tann, ið trýr, at Jesus er Sonur Guds!
Í frásøgnini um Dávid og Goliat í Gamla Testamenti (1. Sám. 17) lesa vit um, hvussu tann stóra kempan, Goliat, háðaði Ísraels her hvønn morgun og hvørt kvøld í 40 dagar. Goliat, sum kann samanberast við trongdir og ágang í okkara lívi, skapti ótta og ræðslu millum Ísraelsfólk. Eingin hevði dirvi til at bjóða honum av uttan ein ungur maður, Dávid.
Tú ert kanska í tí støðu, har trongdir og trupulleikar eru vorðnir ein “”goliat”” í tínum lívi. Hesi stara teg í eyguni hvønn morgun ella hvørt kvøld, og tað sýnist ikki at finnast nakar vegur burturúr trupulleikunum og trongdunum. Men latið okkum hyggja at, hvat Dávid gjørdi fyri at vinna sigur á Goliat:
- Hann var sannførdur um, at Gud vildi geva honum sigur
- Hann lat ikki ótta stýra sær
- Hann talaði sigur, áðrenn hann hevði sigurin
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...