Eitt orð frá Gudi

Lívsins Orð · Eitt orð frá Gudi

Eitt orð frá Gudi kann broyta títt lív. Hoyr Ólavur Jacobsen tala um hvussu eitt orð frá Gudi kann seta teg í frælsi, og broyta títt lív.

Í Matt. 8.5-13 lesa vit um høvuðsmannin, sum kom til Jesus tí drongur hansara lá lamin heima við hús, í svárari pínu. Jesus sigur við hann, at Hann skuldu koma á grøða hann. Legg so merki til, at høvuðsmaðurin sigur:

Høvuðsmaðurin svaraði: “”Harri! Eg eri ikki verdur, at Tú skalt koma undir tak mítt! Nei; sig bert orð, so verður drongur mín frískur!

Víðari stendur í Matt. 8: “Eg eri jú sjálvur maður, ið standi undir øðrum, og eg havi uppaftur hermenn undir mær; sigi eg nú við ein: “”Far!”” so fer hann, og við annan: “”Kom!”” so kemur hann, og við tænara mín: “”Ger hetta!”” so ger hann tað.”” Táið Jesus hoyrdi hetta, undraðist Hann og segði við tey, sum fylgdu Honum: “”Sanniliga, sigi Eg tykkum: Eg havi ikki funnið so stóra trúgv – nei, ikki í Ísrael heldur! Men Eg sigi tykkum, at mong skulu koma eystaneftir og vestaneftir og sita til borðs við Ábrahami, Ísaki og Jákupi í ríki Himmiríkis. Men børn ríkisins skulu verða koyrd út í myrkrið uttanfyri; har skal vera grátur og tannagrísl.”” So segði Jesus við høvuðsmannin: “”Far! Tær verði, sum tú trúði!”” Og drongurin varð frískur í somu stund.”

Høvuðsmaður sigur við Jesus: “sig bert ORÐ, so verður drongur mín frískur!” Eitt orð frá Jesusi var nóg mikið fyri høvuðsmannin. Hann skilti myndugleikan í einum orðið frá Jesusi.

Sálm. 107.19-20 sigur:

Men tey róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti tey úr trongdum teirra, sendi orð Sítt og grøddi tey og frelsti tey frá grøvini.

Eitt orð frá Gudi hevur kraft til at seta teg í frælsi frá øllum tí, sum bindur og plágar teg. Lat okkum, eins og høvuðsmaðurim, fara til Jesus, fyri at fáa eitt orð frá Honum.

Aðrar greinar

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...