
Eitt yvirgivið lív
15.12.22 | Símun AbsalonsenSímun Absalonsen talar um at liva eitt yvirgivið lív fyri Jesusi. Í Es. 66.2 stendur: “”Hond Mín hevur jú gjørt alt hetta, og soleiðis varð alt hetta til – sigur HARRIN. Men til henda skal Eg venda eyga Mítt, til hin arma og tann, ið hevur sundurbrotnan anda og skelvur fyri orði Mínum.””
Gud leitar eftir menniskjum, sum hava ein sundurbrotnan anda, og sum hava virðing fyri Hansara orði.
Tá ið lærusveinurin, Andrias, gav breyðini til Jesus, upplivdi hann, hvussu tey í hondum Jesusar verða brotin og givin øðrum. Tað kann ofta vera torført at síggja Jesus “”bróta”” okkara talentir fyri at skapa nakað størri burturúr teimum.
Hetta sama síggja vit í frásøgnini um kvinnuna við alabasturkrukkuni. Hon brýtur krukkuna fyri at salva føtur Jesusar og harvið fyllir angin av salvuni alt húsið, tey vóru stødd í. Soleiðis mugu vit geva Jesusi alt okkara lív, fyri at Hann kann brúka tað til at hjálpa øðrum.
Aðrar greinar

Guds lyfti halda
John Abrio talar um, at Gud er óbroytandi og heldur alt tað, sum Hann hevur lovað. Hann deilir eisini sín vitnisburð ta...

Hvussu liva vit?
Poli Jacobsen talar út frá 1. Tessalonika brævi kap. 1. um hvussu tey trúgvandi í Tessalonika eru eitt fyridømi fyri øl...

Hvør er Jesus fyri teg?
Símin P Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hett...