
Ert tú eitt ljós?
24.04.20 | Jan HøjgaardVit hava ein andaligan mótstøðu- mann; ein fígginda, sum roynir at steðga okkum í at liva sum ljós í hesum heimi. Guds orð sigur, at vit eru ljós, og gøtan, sum vit ganga, er lík skínandi ljósi. Orð. 4.18 sigur:
Leið teirra rættvísu er eins og morgunglæman, ið ljósnar og ljósnar, til tað er alljósur dagur.
Í versunum 20-27 vísir rithøvundin okkum, hvussu vit kunnu liva sum eitt ljós. Við at halda okkum til Guds orð og við at vanda okkum um, hvat vit siga. Jákupsbræv 1.19-25 leggur dent á, at vit mugu vera gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess.
Tað vita tit, elskaðu brøður mínir! Men hvør menniskja veri snar til at hoyra, sein til at tala, sein til vreiði; tí at vreiði mans virkar ikki rættlæti fyri Guði. Leggið tí av allan óreinskap og allar leivdir av illskapi, og takið við spaklyndi móti orðinum, sum er gróðursett í tykkum og sum er ført fyri at frelsa sálir tykkara! Men verðið slíkir, sum gera eftir orðinum og ikki bert hoyra tað og við tað svíkja tykkum sjálvar. Tí at um einhvør hoyrir orðið og ikki ger eftir tí, tá er hann líkur manni, sum skoðar sín náttúrliga andlitsskap í spegli; tí at hann skoðar seg sjálvan og fer avstað og gloymir við tað sama, hvussu hann sá út. Men tann, ið lítur inn í hina fullkomnu lóg frælsisins og heldur á við tí, so at hann ikki verður ein gloymskur áhoyrandi, men ein, sum ger gerningin, hann skal verða sælur í verki sínum.
Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀
Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...
