Fjallaprædikan (1)

Lívsins Orð · Fjallaprædikan (1)

Hoyr Símun P. Jacobsen tala út frá fjallaprædikuni hjá Jesusi. Efe. 5.1 sigur, at vit skulu vera eftirfylgjarar Guds. Fyri at vera eftirfylgjari Guds, so mugu vit kenna persónin, sum vit skulu eftirfylgja. Vit mugu vita hvat Hann hugsaði, lærdi og gjørdi. 

Áðrenn fjallaprædikuna í Matteus kap. 5, 6 og 7, hevði Jesus útvalt Sær lærusveinar (Matt. 4.18-22), og hevði ferðast um alt Galilea og lært, prædikað og grøtt hvørja sjúku og alskyns veikleika hjá fólkinum. 

Men tá ið hann sá mannamúgvurnar, fór hann niðan á fjallið; og tá ið hann var setstur niður, komu lærusveinar hansara til hansara. Og hann tók til orða og lærdi teir og mælti: – Matt. 5.1-2

Tað eru fleiri grannskara, sum halda, at “”fjallaprædikan”” ikki er ein samanhengandi læra, men helst samansett av fleiri undirvísingum, sum Jesus hevði. Um so er ella ikki, so gevur Jesus okkum lærdóm, sum vit kunnu brúka fyri at liva tað lívið, sum Hann hevði ætlað okkum til. Orðið “”lærdi teir”” kann hava merkingina av, at Hann lærdi teir aftur og aftur fyri at teir kundu fara út og gera Jesu verk. Jesus mátti fáa Orðið niður í teir áðrenn teir fóru út.

Lat okkum hyggja at nøkrum av teimum sannleikum, sum Jesus setur fram her:

  1. SÆL ERU TEY í ANDANUM FÁTÆKU.
    Jesus byrjar hesa læru við at siga, at “”Sæl eru tey í andanum fátæku, tí at himmiríkið er teirra.”” At vera fátækur í andanum merkir helst, at vit einki hava í hesum heimi, sum vit seta okkara álit á. At vit ásanna okkara hjálpaloysi uttan Hann. Hvat seta vit okkara álit á í hesum heimi? 
     
  2. SÆL ERU TEY, IÐ SYRGJA
    Jesus sigur, at tey, sum syrgja skulu fáa troyst. Tað at syrgja í hesum førinum er, at syrgja yvir órættvísi og tað, sum skeivt er. At syrgja yvir teimum, sum líða og at taka sær av tørvunum hjá øðrum. At syrgja yvir synd leiðir til umvending.

Jesus leitar eftir menniskjum, sum vilja fylgja Honum eftir í atburði. Menniskjum, sum vilja tæna Honum og gera Hansara verk á jørð.

Ert tú villugur ella villug at gerast ein slíkur? At gerast ein eftirfylgjari Guds?

Úr somu røð

Fjallaprædikan (2)

Hoyr Símun P. Jacobsen tala annan part av røð um fjallaprædikuna. Efe. 5.1 sigur, at vit skulu vera eftirfylgjarar Gu...

Aðrar greinar

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...