Frælsi frá trældómi

Lívsins Orð · Frælsi frá trældómi

Hoyr Tanju N. Jacobsen vitna um okkara frælsi í Jesusi. Tað kann vera ymiskt her í lívinum, sum heldur okkum aftur ella í trældómi. Tað at liva í trældómi merkir, at okkurt annað ella onkur annar stýrir okkum ella avger hvat vit gera og ikki.

Men boðskapurin í Skriftini er greiður: vit kunnu liva í frælsi, tí Jesus hevur fríað okkum. Gal. 5. 1 sigur:

Til frælsi hevur Kristus gjørt okkum fríar. Standið tí fastir og latið tykkum ikki aftur leggja undir trældómsok!

Jesus ynskir fyri okkum menniskju, at vit skulu liva í frælsi. Hann hevur vunnið okkum frælsið ígjøgnum tað, sum Hann gjørdi fyri okkum á krossinum. Men liva vit í hesum frælsinum? Hvat gera vit við tað frælsið, sum Jesus hevur vunnið okkum?

Hvat heldur tær aftur frá at gera tað, sum Gud hevur kallað teg til? Er tað ein ella annar veikleiki, er tað ótti ella er tað tí, tú ikki heldur teg vera nóg góðan til uppgávuna?

Aðrar greinar

Guds lyfti halda

John Abrio talar um, at Gud er óbroytandi og heldur alt tað, sum Hann hevur lovað. Hann deilir eisini sín vitnisburð ta...

Hvussu liva vit?

Poli Jacobsen talar út frá 1. Tessalonika brævi kap. 1. um hvussu tey trúgvandi í Tessalonika eru eitt fyridømi fyri øl...

Hvør er Jesus fyri teg?

Símin P Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hett...