
Frið við Gud
19.03.20 | Poli JacobsenMest týðandi spurningurin fyri eitthvørt menniskja er, um tú hevur frið við Gud ella ikki. Uttan frið við Gud, er eingin vón um ein tilveru saman við Gudi eftir deyðan.
Rithøvundurin av Hebrearabrævinum sigur, at tveir veruleikar eru galdandi fyri øll menniskju: Annar er at doyggja, og hin er dómur (Heb. 9.27).
Men hinvegin vísir Bíblian okkum eisini, at tað er møguligt hjá einum og hvørjum at fáa frið við Gud. Róm. 5.1 sigur: “Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.”
Hetta versið inniheldur tríggjar sannleikar um, hvussu vit fáa frið við Gud:
Nr. 1. Frið við Gud fæst í gjøgnum rættvísgering.
Nr. 2. Rættvísgering fæst í gjøgnum trúgv.
Nr. 3. Trúgvin má verða grundað á Jesus fyri at rættvísgera.
“…hava vit tí nú frið við Gud VIÐ Harra okkara JESUSI Kristi.” Friður við Gud kann bert uppnást við ella ígjøgnum Jesus. Paulus sigur við samkomuna í Efesus “Tí Hann (Jesus) er friður okkara…” (Efe. 2.14).
Er Jesus tín friður? Ert tú rættvísgjørdur við trúgv á Jesus? Um ikki, so kann tað gerast í dag við at venda sær til Jesus í trúgv og gera Hann til Harra og Frelsara í tínum lívi. Hygg hvat Esaias 53.5 sigur:
Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.
Hetta gjørdi Jesus fyri teg. Hetta gjørdi Hann fyri øll menniskju.
Aðrar greinar

Hvussu er okkara samskifti?
Tanja N. Olsen talar um hví vit eiga at varða okkara tungu. Vit siga at vit hoyra Jesusi til, men líkjast vi...

Jesus elskar teg
Símin P. Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hetta er s...

Guds rættvísi 2
Poli Jacobsen talar annan part um Guds rættvísi út frá Lukas 18.9-14. Í hesi undirvísingini verður hugt at muninum í mil...