Fyrigeving (2)

Lívsins Orð · Fyrigeving (2)

Líka mikið hvørjum aldri vit eru í, ella hvørji støðu vit eru í, ella hvat er frammanfyri okkum, so gera vit kløkt í at gera okkum greitt, at okkara lív verður ávirkað av teimum avgerðum, vit taka.

Sum oftast hava vit eitt val millum í minsta lagi tveir møguleikar, og avgerðin, vit taka, førir okkum inn á eina lívsleið ella aðra. 

Tú ert kanska í einum tíðarskeiði í lívinum, har tú verður noyddur at taka eina avgerð ella at velja í millum at liva fyri Gudi ella onkra aðra leið.

Ein og hvør avgerð og ein og hvør leið her í lívinum, førir teg til eitt ella annað mál.

Tað kann vera, at tú ert í eini støðu, sum er í komin orsaka av skeivum avgerðum í tínum lívi, og hevur ført teg inn á eina av lívsins síðugøtum. Men tú kanst taka eina avgerð í dag at broyta tann veg, tú gongur og fara inn á eina aðra lívsleið.

Kol. 2.13-14 sigur:

Eisini tykkum, sum vóru deyð í syndum tykkara og óumskorna standi tykkara – holdinum – gjørdi Hann livandi við Honum. Hann fyrigav okkum øll misbrot okkara og útstrikaði skuldarbrævið móti okkum, sum við boðum sínum gekk okkum ímóti; Hann tók tað burt við at negla tað á krossin.

Tað eru nøkur ting her í lívinum, sum øll menniskju hava brúk fyri, fyrr ella seinni. Eitt av hesum tingunum er fyrigeving. Fyri tað menniskja, sum hevur innsæð sín tørv á fyrigeving, er fyrigiving eitt av teimum stóru tingunum, eitt menniskja kann uppliva.

MEN tað er eisini eitt annað, sum øll menniskju hava brúk fyri, fyrr ella seinni, og tað er at at FYRIGEVA onkrum, sum hevur sárað okkum. Tað er ein forloysandi kraft í at verða fyrigivin, men tað er eisini ein forloysandi kraft í at fyrigeva. 

Hoyr Pola Jacobsen tala um 4 spurningar í sambandi við okkum og fyrigeving:

  1. HVÍ mugu vit fyrigeva?
  2. HVØRJUM mugu vit fyrigeva?
  3. HVAT mugu vit fyrigeva?
  4. HVUSSU mugu vit fyrigeva?

Úr somu røð

Fyrigeving (1)

Tað eru nøkur ting her í lívinum, sum øll menniskju hava brúk fyri, fyrr ella seinni. Eitt av hesum tingunum er fyrigevin...

Aðrar greinar

Gud er faðir okkara

Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?

Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn

Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...