
Gleðilig jól
24.12.24 | Poli JacobsenHesa myrku tíð hátíðarhalda vit, at Jesus varð føddur inn í hendan heim. Eitt av sermerkinum við Jesusi er, at Hann var kallaður ljósið.
Í Jóh. 1. 1-9 stendur soleiðis skrivað um Jesus:
Í upphavi var Orðið, og Orðið var hjá Gudi, og Orðið var Gud. Hann var í upphavi hjá Gudi. Alt er vorðið til við Honum, og uttan Hann er einki vorðið til av tí, sum til er. Í Honum var lív, og lívið var ljós menniskjanna. Ljósið skínur í myrkrinum, og myrkrið skilti tað ikki. Maður kom, sendur frá Gudi; navn hansara var Jóhannes. Hann kom til vitnisburð, at hann skuldi vitna um ljósið, so øll skuldu koma til trúgv við honum. Hann var ikki ljósið, men hann skuldi vitna um ljósið. Hitt sanna ljósið, tað, sum lýsir yvir øll menniskju, skuldi nú koma í heimin.
Jóh. 1. 1-9
Profeturin Esaias sigur soleiðis um Messias eini 700 ár áðrenn Jesu føðing:
Tí ikki skal altíð vera myrkur í landinum, har sum nú angist ræður; í tíðini, sum fór, leiddi Hann vanæru yvir land Zebulons og Naftali, men á komandi tíðum skal Hann lata koma heiður yvir tað, yvir vegin fram við havinum, landið hinumegin Jordan, Galilea heidninganna. (2) Fólkið, sum gongur í myrkri, skal síggja stórt ljós; tey, sum sita í landi deyðaskuggans, yvir tey skal ljósið skína.
Es. 9. 1-2
Fólkið, sum gongur í myrkri, og tey, sum sita í skugganum av deyðanum, yvir tey skuldi ljósið skína. STÓRT ljós. Hesin Jesus, sum føddur varð fyri umleið 2000 árunum síðani, og sum var Messias, Hann, sum Gud skuldi senda, Hann er tann sami í dag. Hann broytist ikki. Hann er enn ljósið, sum skínir í myrkri.
Í Jóh. 8.12 stendur skrivað:
Jesus talaði tá aftur til teirra og segði: „Eg eri ljós heimsins; tann, ið fylgir Mær, skal ikki ganga í myrkri, men hava ljós lívsins.
Jóh. 8.12
Tað er einki stað so myrkt, at ljósið frá Jesusi ikki kann bróta í gjøgnum tað. Enntá tey, sum sita í landi deyðaskuggans (ella sum ESV týðingin av Bíbliuni sigur: in deep darkness) skal hetta ljósið skína á.
Má Hann, sum er ljós heimsins, vera í miðdeplinum hesi jólini.
Gleðilig jól.
Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar
Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið
Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025
Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...
