
Gud er okkara hjálp
13.05.21 | Linda SunderHoyr Lindu Sunder tala um, at sjálvt um lívið gevur okkum andalig og sálarlig skørð, so er Gud førur fyri at fylla skørðini við Síni náði og miskunn. Lívið stendur ikki í stað, og tá ið vit fara ígjøgnum lívið saman við Jesusi, læra vit altíð okkurt nýtt.
Gud er skjól og styrki okkara, hjálp í neyðini, til fulnar royndur. (Sálm. 46.2)
Um okkara eygu ikki eru vend til Jesus, so er lætt at verða drigin inn í lívsins meldur. Tí hava vit stundum brúk fyri at fara burtur frá dagliga meldrinum, fyri at geva okkum far um Jesus. Sálm. 46.11 sigur: “”Haldið uppat, og sannið, at Eg eri Gud! Eg eri høgur millum fólkini, høgur á jørðini!”” Fleiri enskar týðingar siga soleiðis: “”Be still, and know that I am God””. Vit hava brúk fyri at steðga á og bara sanna (ella kenna), at Gud er Gud.
Lívið gevur okkum ofta skørð, sum tyngja um okkara lív, men Jesus ynskir at fylla hesi skørð við Síni náði og kraft. Guds orð sigur, at Hansara náði er nýggj hvønn morgun og Róm. 8.1 sigur:
So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.
Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar
Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið
Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025
Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...