
Gud er tín hjálp
26.03.21 | Símin P. JacobsenHoyr Símin P. Jacobsen tala um at halda fast við Jesus tá ið vit møta avbjóðingum í lívinum. Í Dán. 4.14-15 stendur um Nebekadnezar, at hann skuldi missa ríkið, men at Gud lat eitt sindur vera eftir. Gud endurreisti honum kongadømið.
Okkara fíggindi roynir at stjala og ræna frá okkum tað, sum Gud hevur givið okkum. Men líkamikið hvat hendir okkum, so mugu vit halda fast við Harran. Hann vil føra okkum í gjøgnum allar trupulleikar og endurreisa okkum tað, sum mist varð.
Eg eygu míni hevji til fjallanna upp, hvaðani kemur mín hjálp? Hjálp mín frá Harranum kemur, skapara himmals og jarðar.
– Sálm. 121.1-2
Vend tínum eygum burtur frá menniskjum, og vend teimum til Gud. Hann, sum er skapari himmals og jarðar, er tilreiðar at hjálpa einum og hvørjum, sum rópar til Hann um hjálp.
Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁
Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀
Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...
