Gud sum sær

Lívsins Orð · Gud sum sær

Kári E. Jacobsen talar um Gud, sum sær. Í 1. Mós. 16.1-16 lesa vit um kvinnuna Hagar, sum gav Gudi navnið “”Tú ert Gud, sum sær””. Hon var egyptiskt, og hennara søga er ein søga um at verða sæddur. Hon varð ikki sædd av menniskjum, men varð sædd av Gudi.

Hon var trælur, og hevði harvið eingi rættindi ella familju og flýddi undan Sárai út í oyðimørkina, móti Egyptalandi. Meðan hon var stødd í oyðimørkini, sendi Gud ein eingil til hennara við einum orði frá Gudi.

Í 1. Mós. 21.8-21 lesa vit um, at Hagar varð rikin burtur. Fyrru ferðina flýddi honum undan Sárai, men nú varð hon rikin burtur frá henni. Men aftur sær Gud hana og hjálpir henni. 

Søgan um Hagar er ein søga um, at Gud hoyrir og sær okkum menniskju.

Hoyr alla taluna her:

Aðrar greinar

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...

Guds orð er okkara vápn

Lívsins Orð · Guds Orð er okkara vápn Heidi M Johansen talar um, at vit mugu lata Guds orð búgva ríkliga millum okkara. Tað er við Guds orði, at vit [...

Hvussu kemur trúgv?

Poli Jacobsen talar um hvussu vit fáa trúgv. Heb. 11.6 sigur, at tað er ómøguligt at toknast Gudi uttan trúgv, so tr...