Guds ætlan og profeturin

Lívsins Orð · Guds ætlan og profeturin

Hoyr Símun Absalonsen tala um, hvussu Gud virkar í gjøgnum søguna, og hvussu Gud ger alt við einum endamáli. Hví eru vit her? Hvat er endamálið við øllum? Mong siga, at alt hetta bert er tilvild, men Guds orð sigur tvørturímóti, at Gud hevur eina ætlan við øllum menniskjum. Jesus sigur m.a. við lærusveinarnar, at Hann hevur útvalt teir og sett teir til at fara út og bera ávøkst.

So mikið meiri staðfest hava vit hitt profetiska orðið, sum tit gera væl í at akta eftir – eins og eftir ljósi, ið skínur á myrkum staði – inntil lýsir av degi, og morgunstjørnan rísur í hjørtum tykkara. Fyrst og fremst mugu tit vita tað, at einki profetorð í skriftini er givið til egna týðing. Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds. – 2Pæt. 1.19

Alt, sum Gud ger, hevur Hann neyvt ráðlagt. Eitt nú tá ið Gud kallaði Abraham úr Ur í Kaldea, so innihelt Hansara kall trý punktir:

Eitt land: Gud kallaði Ábraham til eitt ávíst stað. Eitt fólk: Síðani segði Gud, at Hann vildi gera hann til eitt fólk (avkom í fleirtali). Eitt avkom: Gud segði við hann, at Hann skuldi signa allar ættir í avkomi hansara (avkom í eintali).

Um vit síðani fara meiri enn 400 ár fram í tíðina, so hevði avkom Ábrahams verið í trældómi í 400 ár. Men Gud bjargaði teimum og leiddi tey út úr trældómi aftur til landið, sum Hann hevði lovað Ábrahami. Gud ynskti at vera kongur teirra, men Ísrael vildi hava annan kong sum hinar tjóðirnar. So eftir 400 ár við kongum, eru vit komin fram til ár 620 f. kr. við endan á kongatíðini í Ísrael. Støðan í Ísrael var ræðandi. Templið, prestarnir og ritualini vóru øll har, men hjarta var ikki við. Saman við ”gudsdýrkanini” dýrkaði Ísrael eisini avgudar.

Men so reisir Gud teimum upp profet. Profet, sum kundi tala Guds søk til fólkið. Her síggja vit aftur Guds kall, tá ið Hann kallar Jeremias til profet:

Orð HARRANS kom til mín; Hann segði: “”Áðrenn Eg myndaði teg í móðurlívi, kendi Eg teg, og áðrenn tú komst út úr móðurfangi, halgaði Eg teg; til profet tjóðanna setti Eg teg.”” Men eg svaraði: “”Á Harri HARRI! Eg dugi jú ikki at tala, eg, sum so ungur eri!”” Tá segði HARRIN við meg: “”Sig ikki: “”Eg eri so ungur!”” Nei, tú skalt fara til øll, ið Eg sendi teg til, og tala alt, ið Eg áleggi tær at tala. Tú skalt ikki óttast tey; tí Eg eri við tær og skal bjarga tær! – sigur HARRIN.”” HARRIN rætti út hondina og nam við munn mín; og HARRIN segði við meg: “”Nú leggi Eg orð Míni í munn tín.” Jer. 1.4-9

Gud setti Jeremias til profet og bað hann tala til tjóðirnar, sjálvt um fólkið ikki fór at lurta eftir honum.  Hví skuldi hann tala til fólkið, um tey ikki fóru at hoyra hann? Tí tað, sum profteturin talar, var ikki bara til hansara samtíð, men eisini til framtíðina.

Aðrar greinar

Fylg Jesusi

Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur

Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...