
Guds Lamb
24.11.20 | Símin P. JacobsenHoyr Símun P. Jacobsen tala um lambið í Skriftini. Lambið er mest umrøddað djór í Skriftini. Tað er nevnt yvir 500 ferðir. Men hvønn týdning hevði lambið, og hvat var lambið ein ímynd av?
Fyrsti spurningurin, Gud setti menniskjum í Bíbliuni, varð settur til Ádam, tá ið Gud spyr hann: “”Hvar ert tú?”” (1. Mós. 3.9). Men tað er ein annar spurningur í Skriftini, sum vit skulu hyggja at. Í 1. Mós. 22.7 síggja vit Ísak spyrja pápa sín (Ábraham): “”Hvar er lambið til brenniofrið?”” Uttan lambið var einki offur. Í Skriftini er lambið ein mynd av Jesusi sum Guds lamb, sum Hann ofraði fyri alla mannaættina, og hon brúkar orð sum “”song lambsins””, “”blóð lambsins”” og “”bók lambsins””.
Jesus ynskir at vera””lambið”” í okkara lívi og heimi – lambið, sum varð ofrað til Gud fyri okkara syndir. Jesus ynskir at gerast partur av okkara lívi. Í Jóhannesar Opinbering, kap. 3.20 sigur Jesus soleiðis:
Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær.
Aðrar greinar

Guds lyfti halda
John Abrio talar um, at Gud er óbroytandi og heldur alt tað, sum Hann hevur lovað. Hann deilir eisini sín vitnisburð ta...

Hvussu liva vit?
Poli Jacobsen talar út frá 1. Tessalonika brævi kap. 1. um hvussu tey trúgvandi í Tessalonika eru eitt fyridømi fyri øl...

Hvør er Jesus fyri teg?
Símin P Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hett...