Guds trúfesti (1)

Lívsins Orð · Guds trúfesti (1)

Poli Jacobsen talar um Guds trúfesti í móti Sínum orði og í móti teimum lyftum, sum Hann hevur givið. Trúfesti skapar álit. í Sálm. 40.11 stendur skrivað:

Rættferð Tína duldi eg ikki í hjarta mínum, trúfesti Tína og frelsu Tína talaði eg um, náði Tína og sannleik Tín avnoktaði eg ikki í stórari samkomu.

Hví talaði Dávid um Guds TRÚFESTI í stórari samkomu? Tí hann ynskti, at menniskju skuldu koma at kenna Guds trúfesti. Sálmur 89.2 sigur: “”Um náði HARRANS skal eg syngja til ævigar tíðir, mann eftir mann skal muður mín kunngera trúfesti Tína.”” 

Í okkara dagliga lívi, liva vit ofta út frá lyftum frá øðrum menniskjum. Men álitið á hesi lyfti eru tætt knýtt at álitinum, vit hava á viðkomandi persóni, sum gevur okkum lyftið. 

Eitt lyfti er bara so álítandi, sum tann, sum gav lyftið.

Soleiðis er tað eisini andaliga. Guds trúfesti sæst aftur í tí, at Hann heldur tað, sum Hann hevur lovað. Gud hevur ígjøgnum 6000 ár givið nógv lyftir til ymisk menniskju og fólk. Summi av lyftunum hava verið tíðaravmarkað og onnur hava verið avmarkað til ein ávísan persón ella ávís fólk. Tí hevur tað týdning fyri okkum at vita, hvørji lyftir hava eina tíðaravmarking, og hvørji ikki hava tað.

Lurta eftir allar taluni, har Poli Jacobsen talar um:

1. Gud hevur givið okkum lyftir

2. Hvat gera vit við Guds lyftir

3. Gud er trúfastur, sum gav lyftið

Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið! 

Heb. 10.23

Úr somu røð

Guds trúfesti (2)

Guds trúfesti (2) Hoyra Pola Jacobsen tala annan part um Guds trúfesti móti Sínum Orði og móti teimum lyftum, sum Hann hevur givið, út f...

Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar

Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið

Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025

Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...