
Guds trúfesti (2)
05.08.22 | Poli JacobsenHoyra Pola Jacobsen tala annan part um Guds trúfesti móti Sínum Orði og móti teimum lyftum, sum Hann hevur givið, út frá Heb. 11.11:
Við trúgv fekk eisini Sára kraft at grunda ætt, tóat hon var farin um tann aldur; tí hon roknaði Hann trúfastan, sum hevði lovað tað.
Sára, sum var kona Ábraham, var í tí støðu, at hon var ófruktbør – hon kundi ikki fáa børn. Men ein dagin kemur Harrin at vitja tey og gevur teimum lyfti um, at tey skulu fáa ein son. Í byrjanini trúðu tey ikki hesum orðum, men skjótt broyttu tey hugsan og valdu at trúgva, at Hann, sum hevði givið lyftið, var eisini mentur at fullføra tað.
Í hesi undirvísingini verður hugt at hesum sannleikum í Heb. 11.11:
1. Gud lovaði
2. Sára roknaði
3. Sára trúði
Gud er trúfastur móti øllum tí, sum Hann hevur lovað, og tí kunnu vit rokna við Hansara lyftum móti okkum. Í størri mun vit erfara Hansara trúfesti móti Sínum lyftum, í størri mun fara vit at handla eftir Hansara lyftum.
Gud vil, at vit á sama hátt sum Sára, ROKNA Hann trúfastan og taka í móti Hansara lyftum í trúgv.
Latið okkum halda óvikiliga fast við játting vónar okkara – tí Hann er trúfastur, sum gav lyftið!
– Heb. 10.23
Aðrar greinar

Ársveitsla
Ársvetislan verður sunnudagin 28. desember kl. 14:00 í Skótahúsinum við Løkin. Á skránni er Guds Orð, lovsangur og matur til børn og vaksin. Ársveitsl...

Per Hyldegaard vitjar
Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið
Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

