Halt fast í Gud

Lívsins Orð · Halt fast í Gud

Kári E. Jacobsen talar um týdningin av, at einki kemur í millum teg og Gud. Í okkara dagliga lívi er nógv, sum roynir at ávirka okkara lív og samfelag við Gud, men vit mugu seta okkum fyri at halda fast í Gudi.

Ezra. 3.10-13 sigur: “”Táið teir, ið bygdu, løgdu grundina til tempul HARRANS, stóðu prestarnir í embætisklæðum við lúðrum, og Levitarnir, eftirkomarar Asafs, við skáltrummum til at prísa HARRANUM, soleiðis sum Dávid kongur í Ísrael hevði fyriskrivað. Teir sungu HARRANUM lov og prís, tí Hann er góður, tí náði Hansara móti Ísrael varir í allar ævir; og alt fólkið skar í ógvuligt gleðiróp og lovaði HARRANUM fyri tað, at grundin var løgd til hús HARRANS. Men mangir prestar, Levitar og ættarhøvdingar – hinir gomlu, ið høvdu sæð hitt fyrra templið – grótu hart, táið teir sóu grundina verða lagda til hetta húsið; men mangir vóru so glaðir, at teir róptu hart av frøi. Og fólkið dugdi ikki at skilja ljóðið av gleðirópunum frá ljóðinum av gráti fólksins, tí fólkið rópti so hart av gleði, at tað hoyrdist langan veg.””

Tey komu til Jerusalem úr Bábel, har tey høvdu verið í útlegd. Tað hevði stóran týdning fyri tey at síggja Jerusalem, men Jerusalem, býarmúrarnir og templið var í knúsi. Nehemias hevði til uppgávu at byggja múrarnar, meðan Ezra fekk til uppgávu at byggja templið uppaftur. 

Tá ið grundin varð løgd til templið, prísaðu nøkur Gudi, sjálvt um eingin veggur enn var reistur. Men við grundarsteinunum tóku tey eitt stig í trúgv. Hetta merkti, at Gud gjørdi nakað nýtt. Men ikki øll sóu tað. Nøkur grótu, tí tey mintust hitt fyrra templið. 

Gud ger nakað nýtt í okkara lívi, men vit mugu síggja tað, sum Hann er byrjaður uppá. Vit eru nakin og ber fyri Gudi okkara, og vit kunnu ikki lata nakað koma í millum okkum og Gud.

Tað, sum fíggindin hevur brotið niður, ynskir Gud at byggja uppaftur í tínum lívi. Latið okkum venda okkum til Gud og gera sum Ádam og Eva, tá ið tey krógvaðu seg fyri Gudi.

Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀

Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...