Harrans tænarar

Lívsins Orð · Harrans tænarar

Hoyr Símun P. Jacobsen tala um at vera Harrans tænari. Í brævi sínum til tey trúgvandi í Róm, skrivar Paulus soleiðis:

“Paulus, tænari Jesu Krists, kallaður til ápostuls, tilskilaður til at boða gleðiboðskap Guðs, v2 sum hann frammanundan gav fyrijáttan um við profetum sínum í heilagum skriftum”

– Róm. 1.1-2

Orðið, sum brúkt verður fyri “tænari”, er griska orðið “doulos”, sum merkir tænari ella trælur. Í Áps. 6.2 lesa vit um, at tey fyrstu kristnu valdu sær 7 persónar at “tæna” við borðini. Hetta merki, at teir skuldu deila mat út til tey, sum høvdu tørv á tí. Orðið, sum brúkt verður her um at “tæna”, er griska orðið “diakoneo”, sum merkir at tæna. 

Tað, at Paulus brúkar orðið “trælur” Jesu Krists vísir, at hann hevði uppgivið alt sítt egnað, fyri at tæna Jesusi. Vit síggja í Skriftini, at Jesus ofraði alt – enntá Sítt egna lív – fyri at KEYPA okkum leys undan trældómi, myrkursins harra. Hetta merkir, at vit nú er ogn Jesusar. Mótvegis myrkursins harra, so er Jesus ein góður og kærleiksfullur harri, sum ynskir at taka Sær av okkum í allar mátar. 

Tá ið vit siga, at vit eru tænarar Jesusar, hvat leggja vit tá í hetta? Hvat meina vit við? Hava vit uppgivið alt okkara egna, fyri at tæna Honum? Jesus vísir okkum í Jóh. 13.1-11, at vit eiga at tæna hvørjum øðrum. Harvið tæna vit Honum.

Aðrar greinar

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...

Guds orð er okkara vápn

Lívsins Orð · Guds Orð er okkara vápn Heidi M Johansen talar um, at vit mugu lata Guds orð búgva ríkliga millum okkara. Tað er við Guds orði, at vit [...

Hvussu kemur trúgv?

Poli Jacobsen talar um hvussu vit fáa trúgv. Heb. 11.6 sigur, at tað er ómøguligt at toknast Gudi uttan trúgv, so tr...