Heilagi Andin

Lívsins Orð · Heilagi Andin

Men Jesus sigur við teir, at tað er ein fyrimunur, at Hann fer avstað, og Hann lovar teimum at senda ein annan talsmann.

Nú fari Eg burtur til Hansara, sum hevur sent Meg, og eingin av tykkum spyr Meg: “”Hvar fert Tú?”” Men hjarta tykkara er vorðið fult av sorg, tí Eg havi talað hetta til tykkara. Tó, Eg sigi tykkum sannleikan: Tað er tykkum til gagn, at Eg fari burtur; tí fari Eg ikki burtur, kemur Talsmaðurin ikki til tykkara, men fari Eg burtur, skal Eg senda tykkum Hann.

– Jóh. 16.5-7

Jesus gevur teimum eitt lyfti, at Hann skuldi senda teimum Heilaga Andan, eftir at Hann var farin til Faðir Sín. Hetta var ein fyrimunur fyri tey, tí Jesu nærvera, sum hevði verið avmarkað til eitt ávíst stað, geografiskt, kom at verða broytt soleiðis, at Hansara nærvera kom at vera allastaðni.

Eisini kom Hansara burturferð at merkja, at Hann ikki bert kundi búgva HJÁ menniskjum, men nú eisini kundi taka bústað Í menniskjum, við Heilaga Andanum. Heilagi Andin er ikki bundin av einum jarðiskum likami, eins og Jesus var tað, meðan Hann gekk á jørðini.

Heilagi Andin er ein gáva til øll tey, sum hava tikið í móti Jesusi.

Vit eru vitni Hansara um hetta – og Heilagi Andin við – Hann, sum Gud hevur givið teimum, ið lýða Hann. 

– Áps. 5.32

Lurta eftir taluni og hoyr, hvønn týdning tað hevur, at Gud hevur sent okkum Heilaga Andan.

Aðrar greinar

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...

Guds orð er okkara vápn

Lívsins Orð · Guds Orð er okkara vápn Heidi M Johansen talar um, at vit mugu lata Guds orð búgva ríkliga millum okkara. Tað er við Guds orði, at vit [...

Hvussu kemur trúgv?

Poli Jacobsen talar um hvussu vit fáa trúgv. Heb. 11.6 sigur, at tað er ómøguligt at toknast Gudi uttan trúgv, so tr...