Hjálp í neyðini

Lívsins Orð · Hjálp í neyðini

Men hvussu hjálpti Gud teimum? Sálm. 107.17-20 sigur:

Tey vóru dárar og vórðu plágað fyri syndigu vegir sínar og misgerðir sínar; allur matur beyð sál teirra ímóti, og tey komu portrum deyðans nær. Men tey róptu til HARRAN í neyðini, og Hann frelsti tey úr trongdum teirra, sendi orð Sítt og grøddi tey og frelsti tey frá grøvini.””

Guds fólk var í eini truplari støðu, men tá ið tað sá myrkast út, róptu tey til Gud í neyðini. Hvat gera vit, tá ið vit ERU Í NEYÐINI? Taka vit synd í okkum sjálvum og lata mótloysi taka yvir? Ella gerast vit beisk og geva onkrum øðrum skuldina? Nøkur dulma sínar sansir ella kenslur við onkrum, sum fær tey at “”gloyma”” neyðina, tey eru í. Men loysa hesar reaktiónirnar okkara trupulleika? Ísrael vendi sær til Harran og Hann sendi teimum hjálp í neyðini. Hann sendi SÍTT ORÐ.

Ofta hava vit tann hugburð, at Gud skal hjálpa okkum uppá okkara máta. MEN Gud sendi teimum ikki ting, men Sítt ORÐ og grøddi og frelsti tey frá grøvini. Ofta síggja vit ikki tað, sum Gud ger, tí vit vænta okkum svarið uppá onkran annan máta.

Ofta sendir Gud okkum eitt orð frá Sær, men vit taka ikki í móti Orðinum, tí vit vænta okkurt annað. Men ORÐIÐ er ment at seta okkum í frælsi. ORÐIÐ er amboðið, sum Gud brúkar.

Lurta eftir taluni og hoyr, hvussu eitt orð frá Gudi broytti umstøður, og hvat vit mugu gera við Orðið frá Gudi.

Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀

Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...