
Hugsan og handling
09.09.21 | Kári E. JacobsenHetta er kjarnin í tí, sum Natan profetur sigur við Dávid (2. Sám. 12). Hví hendi hetta, og hví gjørdi hann hetta, tá ið hann hevði alt? Spurningurin er, hvar okkara tankar koma frá, og hvat vit loyva inn í okkara sinni. Okkara sinni er sum ein urtagarður:
- hvat ER plantað í okkara sinni?
- hvat planta VIT í okkara sinni?
- hvussu RØKJA vit okkara sinni?
Vit kunnu broyta okkara lív við at broyta okkara hugsan. Orð. 23.7 sigur: “”Tí sum hann hugsar í sál síni, so er hann;”” Tí hevur tað stóran týdning fyri okkara lív, at vit hava stýr á okkara tankalívi, tí okkara lív sýnist at fylgja okkara hugsanum.
Og berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna! – Róm. 12.2
Vit fáa boð um at gera nakað við okkara sinni, nevnilig at endurnýggja tað. Lat okkum tí venda aftur til tankan um, at sinni er sum ein urtagarður, og spyrja okkum sjálvi, hvat er plantað í okkara sinni, sum má lýkast burtur? og hvat manglar at verða plantað har?
Tað, sum vit planta í okkara sinni, kemur fyrr ella seinni at geva eitt heyst.
Lurta eftir taluni og finn út av, hvørji frækorn vit eiga at planta í okkara sinni, og hvørja ávirkan tey koma at hava á okkara lív
Aðrar greinar

Hvussu er okkara samskifti?
Tanja N. Olsen talar um hví vit eiga at varða okkara tungu. Vit siga at vit hoyra Jesusi til, men líkjast vi...

Jesus elskar teg
Símin P. Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hetta er s...

Guds rættvísi 2
Poli Jacobsen talar annan part um Guds rættvísi út frá Lukas 18.9-14. Í hesi undirvísingini verður hugt at muninum í mil...