Hvar finnur tú hvílu?

Lívsins Orð · Hvar finnur tú hvílu?

Tanja N. Olsen talar um, hvar og hvussu vit finna andaliga hvílu og frið.Jóh. 14.27 sigur: “”Frið lati Eg tykkum eftir, frið Mín gevi Eg tykkum; ikki sum heimurin gevur, gevi Eg tykkum. Hjarta tykkara óttist ikki og missi ikki mótið!”” Ofta er tað bara ein passivur lesnaður ella ein passiv bíðan eftir Gudi og tí friði, sum Hann hevur at geva. Men vit mugu aktivt seta í gongd, so fullførir Gud tað og kemur við Sínum friði.

Komið higar til Mín, øll tit, ið strevast og hava tungt at bera – Eg skal geva tykkum hvílu! Takið ok Mítt á tykkum og lærið av Mær – tí Eg eri spakførur og eyðmjúkur av hjarta – so skulu tit finna sálum tykkara hvílu! Tí ok Mítt er gagnligt, og byrði Mín er løtt. – Matt. 11.28-30.

Tá ið Jesus sigur: “”Komið higar til Mín”” so er hetta ein aktiv handling, sum vit mugu gera. Tey av okkum, sum strevast og hava tungt at bera, mugu koma til Hansara, so skal Hann geva okkum hvílu.

Pætur sigur í 1. Pæt. 5.7: “”Og kastið alla sorg tykkara á Hann! Tí Hann hevur umsorgan fyri tykkum.”” Vit mugu kasta alla okkara sorg ella stúranir á Hann, tí Hann hevur umsorgan fyri tær. Eins og Maria valdi tann betra lutin og settist við Jesu føtur fyri at lurta eftir Honum, soleiðis mugu vit eisini velja at koma til Jesus og kasta allar okkara stúranir á Hann. 

Stúrið ongum fyri, nei, latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi. – Fil. 4.6-7.

Aftur her síggja vit, at vit aktivt mugu koma fram fyri Gud, SO skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir okkara. Jesus setur í Jóh. 14.27 Sín frið upp í móti heimsins friði. Hann talar um ein annar frið enn tann, sum heimurin hevur at geva. Hvønn frið søkja vit?

Takksemi er ein lykil til frið í okkara lívi.

Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀

Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...