
Hvat avspelgar tú?
26.01.18 | Poli JacobsenÍ lýsingini, komu tilbiðjararnir saman við opna munnan á sóltemplinum, við sólini í rygginum, og andlitinum vendum móti tí gylta múrvegginum. Tá ið sólin reis úr sjónarringinum fullu hennara strálir á gylta múrin og speglaðust aftur í andlitinum á tilbiðjarunum. Hetta gav andlitum teirra eitt gylt yvirbrá, og soleiðis hildu teir, at teir avspeglaðu dýrd og ljóma sólgudsins.
Í fyrsta brævi Jóhannesar kapittul 3 og vers 2 sigur Jóhannes, at “Nú eru vit børn Guds, og ikki er opinberað enn, hvat vit skulu verða. Vit vita, at táið Hann opinberast, skulu vit verða Honum lík, tí vit skulu síggja Hann, sum Hann er”. Guds vilji og ynski er, at Hansara børn skulu avspegla Hann og Hansara dýrd. Eins og andlitið hjá Inka indiánarunum varð lýst upp av skininum frá sólini, so verður okkara lív lýst upp av ljósinum, sum kemur frá Jesusi og av at vera í Hansara nærveru. Í Matteus evg. kapittul 5 og vers 14 sigur Jesus, at “Tit eru ljós heimsins;” og í vers 16 sigur Hann “Latið soleiðis ljós tykkara lýsa menniskjum…” Við Hansara ljósi skínandi í okkara lívi, avspegla vit Jesus í hesum heimi.
Latið okkum venda okkara andliti móti Honum og Hansara ásjón, og vit koma at gerast Honum meiri lík hvønn dag.
Aðrar greinar

Hvussu er okkara samskifti?
Tanja N. Olsen talar um hví vit eiga at varða okkara tungu. Vit siga at vit hoyra Jesusi til, men líkjast vi...

Jesus elskar teg
Símin P. Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hetta er s...

Guds rættvísi 2
Poli Jacobsen talar annan part um Guds rættvísi út frá Lukas 18.9-14. Í hesi undirvísingini verður hugt at muninum í mil...