Hvat er títt mál?

Lívsins Orð · Hvat er títt mál?

Nicolina Jøkladal talar um at seta sær persónlig mál. Hvat er tað, tú vilt náa í hesum nýggja árinum? Hevur tú spurt Harran, hvat Hann vil hava teg at leggja dent á í hesum árinum?

Bøn hevur stóran týdning fyri hin einstaka og fyri samkomuna. Hetta síggja vit serliga í Ápostlasøguni.

Aps. 9.11:

Harrin segði við hann: “”Reis teg, far í gøtuna, sum kallast hin beina, og spyr í húsi Judasar eftir einum, ið eitur Saul, úr Tarsus – tí hann biður!

Aps. 12.5:

So varð nú vakt hildin yvir Pæturi í fangahúsinum; men av samkomuni varð støðugt hildin bøn til Gud fyri honum.

Latið okkum seta okkum fyri at halga okkum meiri enn nakrantíð til bøn. Eisini, at vit samlast til bøn.

Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar

Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið

Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025

Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...