Hvat sært tú?

Lívsins Orð · Hvat sært tú?

Hvat síggja vit? Leirílatið ella skattin í leirílatinum? Okkara fokus er ofta á støðuni hjá leirílatinum – lívið hevur ymiskt at bjóða okkum – men okkara fokus eigur eisini at vera á skattinum í okkum.

Ikki okkum sjálvar prædika vit, men Kristus Jesus sum Harra, okkum sjálvar sum tænarar tykkara fyri Jesusar skuld. Tí Gud, sum beyð, at ljós skuldi skína fram úr myrkri, er tann, ið hevur latið tað skína í hjørtum okkara, fyri at kunnskapurin um dýrd Guds í ásjón Jesu Krists skuldi lýsa fram. 

Men henda skatt hava vit í leiríløtum, fyri at hin ómetaliga kraft skal vera frá Gudi og ikki frá okkum. Vit eru trongdir á allan hátt, men ikki kúgaðir, í iva, men ikki vónleysir, atsøktir, men ikki vinaleysir, slignir niður, men ikki gjørdir til einkis. Altíð bera vit deyða Jesusar við okkum í likaminum, fyri at eisini lív Jesusar skal opinberast í likami okkara. – 2. Kor. 4.5-10 

Sjálvt um umstøðurnar hjá Paulusi vóru ógvuliga truplar, so hevði hann eyguni vend til tann skatt, sum Gud hevði givið honum. Virðið av skattinum í honum, var størri enn hansara umstøður.

1. Kor. 2.1-5:

Sjálvt um Paulus var ein væl lærdur maður, so valdi Paulus ikki at brúka heimsins vísdóm, men ynskti heldur, at hansara prædika skuldi verða prógva av Anda og kraft. 

Hoyr Benjamin tala um, at vit mugu prædika skattin í okkum, og ikki leirílatið, at vit mugu hugsa í samsvari við skattin í okkum og ikki leirílatið, og at vit mugu liva skattin í okkum, og ikki leirílatið.

Aðrar greinar

Gud er faðir okkara

Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?

Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn

Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...