
Hví brúkti Gud Jósef?
14.09.20 | Poli JacobsenHví kundi Gud brúka Jósef til at bjarga hópin av menniskjum? Og hví var Guds ætlan við Jósefi fullførd? Jósef var ein ungur drongur, sum Gud kallaði til at tæna Sær. Hann var ikki ein prædikumaður, pastorur ella profetur, men tó virkaði Gud í gjøgnum hann og fullførdi Sína ætlan við honum.
Men sjálvt um Gud hevur eitt kall til okkum og eina ætlan fyri okkara lív og virki, so hendir hetta ikki av sær sjálvum í okkara lívi. Vit hava eisini ein leiklut.
Tað eru tey, sum halda, at um Gud hevur eina ætlan við mær, so kemur hon at verða fullførd, tí tað er Guds vilji. Men fær Gud altíð Sín vilja á jørðini og í okkara lívi? Bíblian vísir fleiri dømi, har Gud vil eitt, men Hansara fólk vil og ger okkurt annað. Longu í fyrstu bók í Bíbliuni síggja vit, at menniskjan ikki ger tað, sum Gud vil, og harvið fær Gud ikki Sín vilja.
Tað er tí eyðsýnt, at vit hava okkara leiklut, tá ið tað snýr seg um at fullføra Guds vilja við okkara lívi. Gud kallar, leggur ætlan og útrustar okkum til at gera tað, sum Hann hevur ætlað okkum til.
Vit mugu FINNA okkara kall, TILOGNAÐ okkum Hansara ætlan og í trúgv velja at LIVA tað, sum Gud ynskir.
Hoyr Pola Jacobsen tosa um 7 fyritreytir og eginleikar, sum gjørdu, at Jósef var brúktur av Gudi, og at Guds ætlan varð fullførd við honum.
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...