
Hví brúkti Gud Móses?
16.08.21 | Poli JacobsenFlestu okkara eru upptikin av at hava eitt gott umdømi ella ein góðan vitnisburð frá menniskjum. Tað hevur stóran týdning, at onnur halda av okkum ella halda nógv um okkum. Men eru vit líka upptikin av at hava eitt gott umdømi ella góðan vitnisburð frá Gudi? Heb. 11.1-2 sigur:
Trúgv er full vissa um tað, sum vónað verður, sannføring um tað, sum ikki sæst. Fyri hana var tað jú, hini gomlu fingu góðan vitnisburð.
Tað var fyri trúnna hesi fingu ein góðan vitnisburð, men frá hvørjum fingu tey vitnisburðin? Frá Gudi, tí tey trúðu Honum. Evnið í Hebrearabrævinum 11 er trúgv og byrjar við at definera trúgv fyri okkum, síðani at vísa, at tað var fyri trúnna, tey fingu ein góðan vitnisburð, at tað er við trúgv, at vit fata, og uttan trúgv er ómøguligt at toknast Gudi. Restina av hesum kapituli verður nýttur til at siga frá dømum um, hvussu trúgv virkar, og hvat hon kann útrætta.
Eitt av hesum dømum er Móses.
Men hví brúkti Gud Móses? Um Móses stendur soleiðis í Heb. 11.24-28: “”Við trúgv noktaði Móses, táið hann var tilkomin, at kallast dóttursonur Farao. Hann valdi fyrr at líða ilt við fólki Guds enn at hava stutta njóting av synd. Hann roknaði vanæru Kristusar at vera størri ríkidømi enn skattir Egyptalands – tí hann hugdi fram móti lønini. Við trúgv fór hann úr Egyptalandi og ræddist ikki vreiði kongsins; tí hann helt á, sum hann hevði sæð hin ósjónliga. Við trúgv helt hann páskir og smurdi blóðið á, fyri at oyðari hinna frumbornu skuldi ikki nema teir.“”
Sjálvt um Gud útvelur ein persón til eina ávísa uppgávu, er tað ikki ein sjálvfylgja, at viðkomandi kemur at gera tað, sum hann er útvaldur til.
Okkara hugburður og handlingar gera sítt til, at vit kunnu gjøgnumføra tað, sum Gud hevur ætlað okkum til. Í hesum versum síggja vit 4 orsøkir til, at Gud brúkti Móses:
- TÍ HANN VALDI HELDUR LÍÐING VIÐ GUDS FÓLKI ENN HEIMSINS ÆRU
Mósesi stóð í boði stórt menniskjansligt vald og æru, men hann VALDI fyrr heldur. Hetta vísir okkum bara, at hann hevði eitt val, og at eitt og hvørt val vit gera, eisini merkir eitt frával. Um vit velja okkurt til, so velja vit eisini okkurt frá. Soleiðis er tað eisini andaliga.
- TÍ HANN ROKNAÐI TAÐ AT TÆNA KRISTUSI STØRRI ENN HEIMSINS RÍKIDØMI
At hann roknaði, merkir, at hann vigaði fyri og í móti, ella samanbar vanæru Kristusar og skattir Egyptalands – og hann velur vanæru Kristusar. Í ensku týðingini av Bíbliuni er hetta umsett soleiðis: “”He tought that being insulted for the sake of the Messiah was of greater value””. Hví? Tí hann “”hugdi fram móti lønini”” Tað, sum hansara likamligu eygu ikki kundu síggja, tað sóu hansara andaligu eygu. Nú eru vit aftur har, at vit hava eitt val. Eitt val í millum tað, sum okkara likamligu sansir siga okkum, og tað, sum Gud sigur okkum.
Um vit skulu tæna Gudi, so mugu vit innsíggja, at vit mugu velja nakrar lutir frá og velja aðrar til. Vit mugu byrja at rokna tað andaliga at hava størri virði enn allar jarðisku skattirnar, og at liva meðan vit hyggja fram í móti lønini.
- TÍ HANN ÓTTAÐIST IKKI VREIÐI KONGSINS, SUM HANN SÁ, MEN ÓTTAÐIST HANN, SUM HANN IKKI SÁ
Aftur her síggja vit trúnna í verki. Eitt val í millum at óttast kongin, sum hann sá ella Gud, sum hann ikki sá. Vers 27 sigur, at hann helt á, sum um hann hevði sæð hin ósjónliga. Ótti er ein tann størsta forðanin fyri, at vit gera tað, sum Gud vil í okkara lívi, og at vit fara har, sum Gud vil hava okkum. Gud vil hava okkum út úr trældómi, men vit mugu VIÐ TRÚGV FARA úr okkara “”Egyptalandi”” ella trældómi.
- TÍ HANN HELT PÁSKIR Í TRÚGV, ÁÐRENN HANN HEVÐI FRÆLSI
Hetta er ein áhugaverd handling hjá Ísraelsfólki. Páskirnar vórðu innsettar av Gudi, m.a. fyri at hátíðarhalda FRÆLSIÐ frá trældómi. Tí stendur skrivað, at “”Við trúgv helt hann páskir””. Tey hátíðarhildu frælsið, áðrenn tey høvdu upplivað frælsið.
Vit trúgvandi bíða ofta eftir at uppliva við okkara likamligu sansum tað, sum vit hava brúk fyri frá Gudi, áðrenn vit byrja at takka Gudi fyri tað. Men trúgv byrjar at takka Gudi ÁÐRENN okkara likamligu eygu síggja svarið.
Vit kunnu liva og møta framtíðini við upprættum høvdi og góðum móti, tí vit trúgva, at Gud (sum vit ikki síggja) er við okkum í hesum heimi (sum vit síggja).
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...