
Hvørjum leita vit eftir?
21.11.19 | Bogi V. Olsen“Vælkomin, so deiligt at síggja TEG í morgun”, “Hey, ert TÚ her?” og “Sum tað er stuttligt at síggja TEG í dag.” Hetta eru millum mongu heilsanirnar ein fær, tá ið ein kemur á møti ein sunnumorgun. Helst fyrst frá einum fittum møtisverti í hurðini. Síðani frá teimun, sum ein kennir væl inni í salinum. Tað er ein góður felagsskapur at vera partur av. Tí sum Sálmur 133 sigur tað so væl:
Hyggið, hvussu gott og lívsælt tað er, at brøður búgva í einleika!
Men hvussu er, tá brøður ikki búgva í einleika? Hvussu er, tá ein bróðir ikki er partur av einleikanum longur? Hvat við teimum, sum áður vóru, men nú ikki hava verið ein partur av tí andaliga felagsskapinum í eina tíð? Sum tú kanska ikki hevur sæð til eitt møti ella húsbólk í longri tíð?
Vit dáma væl at leggja dent á, hvussu gott alt er. Vit koma saman, prísa Harranum og hoyra, hvat gott er til okkum í dag. “Guð er góður”. So seta vit okkum saman aftaná møtið til ein góðan drekkamunn. Vit gleðast, tá vit síggja hvønn annan. Vit eru ofta so upptikin av, hvør er á møti, at vit kanska gloyma tey, sum ikki eru har longur.
Lukas evangeliið kapittul 15 er ivaleyst mest kent fyri søguna um hin burturvilsta sonin. Ein góð og altíð umráðandi søga. Vit gloyma tó kanska hini bæði líknilsini, ið eisini eru at finna í hesum kapittulinum. Líknilisið um teir 100 seyðirnar og tann eina, sum bleiv burtur. Líknilsið um kvinnuna, sum hevði 10 drakmur, men misti tí einu burtur.
Í øllum trimum líknilsum í Lukas 15 síggja vit tveir bólkar. Ein bólkur er har, hann hoyrir heima, meðan hin bólkurin er “burturvilstur”. Vit síggja eisini, at fokusið í øllum trimum líknilsunum snýr seg um bólkin, sum er burturvilstur. Fyri at vísa týdningin av tí burturvilsta bólkinum, er tað, sum um Jesus “soom’ar” longri og longri inn, so at vit kanska skilja tað betur. Hann byrjar við einum bólki, har 99 ikki eru burtur, síðani 9 og síðani bert ein.
Uttan mun til hvussu nógv eru “heima”, so fer Hann kortini út at leita eftir tí eina fyri at fáa hann heim aftur, tí, sum vit lesa í fjórða versinum:
Um ein tykkara hevur 100 seyðir og missir ein av teimum – hvør er hann, sum fer ikki frá hinum 99 í oyðimørkini og út at leita eftir tí, sum hann hevur mist, inntil hann finnur hann!
Hesi líknilsini eru sjálvandi eisini um tey, sum enn ikki kenna Jesus, men tað er áhugavert at leggja til merkisl, at í øllum dømunum er talan um ein, sum hevur verið ein partur av felagsskapinum áður, men sum ikki er tað longur (“hevur 100 seyðir, og missir ein av teimum”). Vit síggja týðuliga, hvussu Jesu hjartað gongur út til tey, sum ikki longur eru ein partur av einleikanum.
Vit mugu tí ongantíð verða nøgd við tey, sum vit eru. Sjálvandi er tað gott at síggja hvønn annan, tá vit koma saman ein sunnumorgun. Vit mugu tó ongantíð gloyma tey, sum plagdu at vera í millum okkum, men ikki eru tað longur. Sum vit greitt síggja í Lukas 15, so er Jesus úti og leitar, leita vit eisini?
Aðrar greinar
Gud er okkara faðir
Lívsins Orð · Gud er faðir okkara Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?
Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn
Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...