
Hvørjum liva vit fyri?
21.07.20 | Jonathan GaardlykkeJónathan Gaardlykke talar um at liva fyri Jesusi og ikki bert okkara egnu tørvum. Vit síggja í Guds orði, at Jesus bjóðar tryggleikanum hjá menniskjum av.
Eitt dømi um hetta síggja vit í Mark. 10.17-23. Her møtir Jesus einum ríkum ungum manni, sum hevði alt og livdi rætt. Men Jesus eggjar honum til at gera eitt sindur afturat: “sel alt, og gev hinum fátæku tað. Kom so og fylg Mær”. Hesin ungi ríki maðurin gjørdist illa við av hesum og fór sorgarfullur burtur.
Hvussu møta vit eini avbjóðing frá Jesusi? Hann bjóðar eisini okkum av í dag. Hann ynskir, at vit skulu fylgja Honum eftir og verða ein signing fyri onnur. Hann hevur signað okkum, fyri at vit skulu verða til signing.
Aðrar greinar

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...

Guds orð er okkara vápn
Lívsins Orð · Guds Orð er okkara vápn Heidi M Johansen talar um, at vit mugu lata Guds orð búgva ríkliga millum okkara. Tað er við Guds orði, at vit [...

Hvussu kemur trúgv?
Poli Jacobsen talar um hvussu vit fáa trúgv. Heb. 11.6 sigur, at tað er ómøguligt at toknast Gudi uttan trúgv, so tr...