
Jesu deyði og uppreisn
06.01.23 | Poli JacobsenPoli Jacobsen talar um Jesu deyða og uppreisn. Í Jóh. 3.1-3 tosar Jesus við ein ráðharra jødanna, Nikodemus, um hendingina í Gamla Testamenti, tá ið Gud bað Móses gera ein koparorm og hanga hann á stong, fyri at ein og hvør, sum var bitin av ormum, og sum hugdi á hann, skuldi liva.
Hendingin í Gamla Testamenti er ein mynd uppá, at Jesus skuldi verða hongdur á træ (kross), fyri at bjarga menniskjum. Við hesum vísti Jesus Nikodemusi, at mannaættin hevur brúk fyri bjarging, eins og Ísrael hevði tað í oyðimørkini.
Evangeliið hevur tveir sentralar sannleikar. Fyri at kristindómurin kundi gerast tað, sum Jesus hevði ætlað, so máttu tvær hendingar til:
- JESUS MÁTTI DOYGGJA
Jesus gjørdi menniskjum greitt í byrjanini av Síni tænastu, at tað var neyðugt, at Hann doyði. Í Jóh. 3.14 stendur: “”””… so skal Menniskjasonurin verða lyftur upp,”” Á grikskum hevur orðið “”skal”” meiri týdningin av “”er neyðugt””.
- JESUS MÁTTI RÍSA UPP AFTUR
Eisini vísti Jesus á, at Hann mátti rísa upp aftur frá teimum deyðu. Í Áps. 17.2-3 sigur Paulus soleiðis: “”og Paulus fór – sum hann var vanur – inn til teirra. Tríggjar sabbatar helt hann nú samtalur við teir út av skriftunum, legði út og vísti á, at Kristus mátti líða og rísa upp frá hinum deyðu; og hann segði: “”Hesin Jesus, ið eg beri tykkum boð um, Hann er Kristus!””
Hoyr Pola gjøgnumganga fleiri vers í Skriftini, sum vísa á týdningin av Jesu deyða og uppreisn. Eisini undirvísir hann um, hvussu koparormurin, sum Gud hevði biðið Móses gjørt, seinni gjørdist eini trupulleiki fyri Ísrael og teirra gudsdýrkan.
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...