Jesus er okkara hirði

Lívsins Orð · Jesus er okkara hirði

Hoyr Símun P. Jacobsen tala um, at Jesus er okkara hirði. Sálmur 23 er skrivaður av Dávidi kongi. Áðrenn hann gjørdist kongur, var Dávid hirði og røktaði fæið hjá pápa sínum.

Harrin er hirði mín, ongan sakn eg kenni.

 – Sálm. 23.1.

At Dávid sigur, at Harrin er hirði mín, vísir relatiónina millum Dávid og Harran. Bæði í Sálma 23 og í Jóh. 10.9-11 vísa okkum, at Jesus ynskir at leiða okkum, eins og hirðin leiðir seyð sín. Men vit síggja eisini, at seyðurin hevur fíggindar, sum hirðin ynskir at verja seyðin frá.

Eins og seyðir, halda vit menniskju, at grasið er grønari uttanfyri hegnið ella garðarnar. Hetta førir stundum til, at vit fara frá hirðanum og fylginum. Sjálvt um Jesus er áhugaður í øllum fylginum, so er Hann eisini áhugaður í hinum einstaka. Tí vil Hann altíð fara út at leita eftir tí, sum er vilst av leið. Hetta síggja vit væl lýst í líknilsinum um burðurvilsta sonin í Lukas. 15.

Hvar eru vit? Eru vit innanfyri ella uttanfyri? Fylgir tú hirðanum eftir, ella ert tú vilstur av leið?

Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar

Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið

Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025

Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...