
Jesus gevur styrki
27.09.21 | Símin P. JacobsenPaulus lýsir í brævinum til tey trúgvandi í Filippi, hvussu hann var komin ígjøgnum truplar støður. Orsøkina finna vit í Fil. 4.13, hvar Paulus sigur:
Eg orki alt í honum, sum ger meg sterkan.
Tað er tankavekjandi, at Paulus sat í fongsli, tá ið hann skrivaði hetta til tey trúgvandi í Filippi. Legg merki til, at tað er Í HONUM, Paulus orkaði alt. Hansara styrki kom frá Jesusi.
Í Áps. 16. lesa vit um, tá ið Paulus var í Filippi. Tann fyrsti persónurin, sum vit lesa um kemur til trúgv, er Lydia, ein kvinna frá yvirklassanum. Síðani lesa vit um ein træl, ein unga gentu, sum hevði spádómsanda, sum bleiv sett í frælsi. Til síðst lesa vit um fangavaktaran, sum kom til trúgv, meðan Paulus sat í fonglsinum, sum hann arbeiddi í. So evangeliið náddi allar samfelagsbólkar í Filippi.
Í Fil. 4.4-7 vísir Paulus okkum, hvussu vit kunnu “”orka alt í honum, sum ger meg sterkan””.
Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! Spaklyndi tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er í nánd! Verið ikki stúrnir fyri nøkrum, men latið í øllum lutum tráan tykkara koma fram fyri Guð í ákallan og bøn við tøkk, og Guðs friður, sum ber av øllum viti, skal varðveita hjørtu tykkara og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.
Vit mugu læra okkum at fara til Harran við øllum í bøn og ákallan við tøkk. Tað gevur okkum Guds frið, sjálvt um vit eru í truplum støðum. Róm. 10.17 sigur, at trúgvin kemur av tí, sum hoyrt verður. Tí er tað týðandi fyri okkum, at vit hoyra Guds orð og taka tað til okkum, játta tað hvønn dag og gera eftir tí.
Aðrar greinar

Gud er faðir okkara
Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?
Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn
Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...