
Jesus livir
14.04.21 | Poli JacobsenPáskahátíðin er uttan iva størsta hátíðin hjá teimum kristnu, og í hesi hátíð hevur deyðin eisini ein stóran leiklut; nevniliga deyðin hjá einum persóni. Hátíðin minnir okkum á at Jesus doyði á Golgta krossi fyri 2000 árum síðani. Men páskini eru ikki bert ein minnisvarði yvir Jesu deyða, men eisini yvir Jesu uppreisn frá deyðum.
“Eftir sabbatin, táið lýsti av fyrsta degi í vikuni, komu Maria Magdalena og hin Maria út at hyggja at grøvini. Men eingilin tók til orða og segði við kvinnurnar: “Ræðist ikki! Eg veit, at tit leita eftir Jesusi, hinum krossfesta. Hann er ikki her; Hann er risin upp, sum Hann hevur sagt – komið og síggið staðið, har Harrin lá!”
– Matt. 28.1, 5-6
Kvinnurnar søktu Jesus millum tey deyðu, men svarið frá einglinum var, at “”Hann er ikki her””. Í teirra hugaheimi, var Hann deyður. Hann var hin krossfesti. Hann var í grøvini. Men Jesus var UPPRISIN. Hann var LIVANDI. Spurningurin vit kunnu seta okkum í dag er, hvussu vit síggja Jesus? Hvar leita vit eftir Jesusi? Millum tey deyðu? Er Hann bert hin krossfesti fyri teg?
Eftir at Lazarus var deyður, kom Jesus til Betania, og sigur við Martu, systur Lazarus, at “Bróðir tín skal rísa upp aftur!”. Svarið frá Martu, “Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag” lýsir væl okkara hugburð til nógvar andaligar spurningar. Tá ið Jesus, sum er uppreisnin og lívið, stendur frammanfyri henni og sigur, at Lazarus skal rísa upp aftur, so hevur hon lættari við at fyrihalda seg til framtíðina, enn nútíðina. Menniskjan hevur ofta lættari við at hyggja at fortíðini ella framtíðini, enn hon hevur við at hyggja at nútíðini.
Tær hugsaðu um Jesus, sum deyðan í grøvini, men Hann var risin upp. Hann var livandi. Vit hava ofta lyndi til at síggja Jesus í grøvini, men Hann er ikki deyður. Hann er risini upp og er livandi í dag.
Tá ið Jesus opinberar Seg fyri Jóhannesi á Patmos, lýsir Hann Seg Sjálvan sum “hin livandi” og “Eg var deyður” MEN “Eg eri livandi”. (Opin. 1.17-18). Jesus legði dent á, at Hann VAR deyður, men nú ER livandi.
Ein av fyritreytunum fyri at blíva frelstur er, at “Tí um tú við munninum játtar Jesus sum Harra og trýrt í hjartanum, at Gud reisti Hann upp frá hinum deyðu, so skalt tú verða frelstur.” (Róm. 10.9-10). Gud ynskir, at vit skulu liva við tí hugburði, at Jesus er upprisin frá teimum deyðu, at Hann er livandi í dag. Um vit bert síggja Hann sum deyðan fyri okkum, so blívur Hansara verk bert eitt minni fyri okkum, men síggja vit Hann sum hin upprisna Frelsaran, so koma vit at liva tilvitað um Hansara nærveru og kraft í dag.
Paulus sigur í 1. Kor. 15.13-18: “Er eingin uppreisn av deyðum, so er heldur ikki Kristus risin upp. Og er Kristus ikki risin upp, so er prædika okkara tóm, so er trúgv tykkara tóm við! Vit koma tá eisini at standa sum lygivitni um Gud, við tað at vit hava vitnað móti Gudi, at Hann reisti upp Kristus – sum Hann ikki hevur reist upp, um so er, at deyð nú ikki rísa upp. Rísa deyð ikki upp, so er heldur ikki Kristus risin upp. Og er Kristus ikki risin upp, so er trúgv tykkara til einkis, [tóm ella nyttuleys] so eru tit í syndum tykkara enn; so fortaptust tá eisini tey, sum sovnað eru í Kristusi!”
Hví hevði trúgv okkara verið til einkis, um Jesus ikki reis upp frá hinum deyðu? Og hví høvdu vit verið í syndum okkara enn? Róm. 4.25 svarar spurningum soleiðis: “Hann [Jesus], sum givin varð fyri misbrot okkara og reistur upp, okkum til rættvísgering.””
Latið okkum venda aftur til spurningin, hvat søkja vit, tá ið vit leita eftir Jesusi, ella hvar søkja vit Hann? Hvar halda vit Hann vera? Jesus er livandi í dag og er altíð hjá okkum.
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...