
Lat Jesus stýra
04.11.21 | Símin P. JacobsenHoyr Símun P. Jacobsen tala um, at Bíblian samanber tey trúgvandi við eitt likam og Jesus við høvdið á likaminum. Hetta merkir, at Jesus er hann, sum stýrir. Men hvussu er tað í okkara lívi? Er Jesus tann stýrandi? Í Kol. 1. 15-18 stendur skrivað soleiðis:
Og hann er mynd hins ósjónliga Guðs, hin fyrstiføddi fyri ein og hvønn skapning, tí at í honum vórðu allir lutir skapaðir í himnunum og á jørðini, hinir sjónligu og hinir ósjónligu, annaðhvørt tað eru hásæti ella harradømi ella máttir ella vald. Allir lutir eru skapaðir við honum og til hansara; og sjálvur er hann fyrr enn allir lutir, og allir lutir standa við í honum. Og hann er høvd likamsins, tað er kirkjuliðsins, hann sum er upphavið, hin fyrstiføddi av hinum deyðu, fyri at hann í øllum lutum skuldi vera fremstur.
Ein av trupulleikunum í samkomuni í Kolosse var helst tann, at fleiri ivaðust í, um Jesus var yvir øllum. Tey høvdu trupulleikar við at trúgva, at Jesus hevði ta støðu, sum Hann hevur. Tí er tað Paulus áminnir tey um tað, sum Jesus er:
- Jesus er mynd hins ósjónliga Guðs
- Jesus er hin fyrstiføddi fyri ein og hvønn skapning
- Í Jesusi vórðu allir lutir skapaðir, bæði í himnunum og á jørðini
- Jesus er fyrr enn allir lutir, og allir lutir standa við Honum
- Jesus er høvd kirkjuliðsins
- Jesus er upphavið, hin fyrstiføddi av hinum deyðu
- Jesus er fremstur í øllum lutum
Spurningurin er bara, hvønn týdning Jesus hevur fyri okkum í dag?
Aðrar greinar

Per Hyldegaard vitjar
Sunnudagin 26. Oktober fær samkoman Lívsins Orð í Runavík vitjan av danska evangelistinum Per Hyldgaard. Hann er stovnarin og leiðarin fyri missiónsfe...

Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið
Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum fel...

Samkomulegan 2025
Samkoman Lívsins Orð hevur samkomulegu í Skálavík frá fríggjadegnum 10. oktober til sunnudagin 12. oktober. Tí verður ikki møti í hølunum hjá Lívsins ...
