Guds signingar

Lívsins Orð · Guds signing

Poli Jacobsen talar um Guds signingar, og hvussu vit kunnu fáa lut í teimum. Í Gal. 3.5-9 sigur Paulus, at tey, sum eru av trúgv, eru børn Ábrahams og verða signað saman við hinum trúgvandi Ábrahami. 

Ísrael eru børn Ábrahams eftir holdinum. Tey eru fødd til tað. Men vit kunnu eisini gerast børn Ábrahams, og tað kann bert gerast vit TRÚGV. Eru vit børn Ábrahams, eru vit eisini arvingar til SIGNINGARNAR. 1. Mós. 12.1-4 sigur:

HARRIN segði við Ábram: “”Far úr landi tínum, frá skyldfólki tínum og frá húsi faðirs tíns – til landið, ið Eg skal vísa tær! Eg skal gera teg til stórt fólk; Eg skal signa teg og gera navn títt stórt, og tú skalt verða signing. Eg skal signa tey, ið signa teg, og tann, ið tær bannar, honum skal Eg banna; og í tær skulu allar ættir á jørðini verða signaðar.”” Ábram fór tá avstað, sum HARRIN hevði sagt við hann, og Lot fór við honum. Ábram var 75 ár, táið hann fór úr Karan.

Gud segði við Ábraham, at Hann skuldi gera hann til eitt stórt fólk. Men Gud lovaði eisini, at Hann skuldi signa hann og gera hann til signing. Guds mál var ikki bert at signa Ísrael, men at signa allar ættir ígjøgnum Ábraham. Hetta er bert møguligt ígjøgnum trúnna.

Ábraham var 75 ár, tá ið Gud kallaði hann. Av tí at Ábraham var lýðin og fór avstað, so helt Gud Síni lyfti til Ábraham og signaði hann. Eldri vit blíva fastari gerast røturnar í okkara lívi og truplari verður tað at gera broytingar. Eru vit vorðin so rótfest har vit eru, ella í tí, vit gera, at vit ikki eru opin fyri um Gud vil hava okkum at gera okkurt annað? Nógv trúgvandi ynskja og droyma um at verða signaði. Men eru vit klár til at verða signing fyri onnur? Fyri at onnur kunnu verða signaði í gjøgnum okkum? Gal. 3.13-14 sigur:

Kristus keypti okkum leys undan banni lógarinnar, táið Hann varð bann fyri okkum – tí skrivað er: “”Bannaður er hvør tann, ið hongur á træi”” – fyri at signing Ábrahams kundi í Kristi Jesusi koma yvir heidningarnar, so vit við trúnni kundu fáa Andan, ið lovaður var.””

Signing Ábrahams er rættvísgering við trúgv og Heilagi Andin. Men saman við hesum lyftum og signingum, sum Ábraham fekk, hava vit fingið atgongd til allar Guds signingar. Efes. 1.3 sigur: “”Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, Hann, sum hevur signað okkum við allari andaligari signing, í hinum himmalska, í Kristusi”” 

Og seinast: Verið øll samsint, samlíðandi, elskið brøðurnar, verið miskunnsom, eyðmjúk! Lønið ikki ilt fyri ilt ella háð fyri háð, nei, tvørtur ímóti, signið! Tí tað vórðu tit kallað til – at tit skulu arva signing.”” (1. Pæt. 3.8-9)

Aðrar greinar

Gud er faðir okkara

Tá ið Jesus kom og kallaði Gud ”Faðir”, skapti tað tað stóra undran og øði millum fólkið, sum Hann prædikaði fyri. G...

Hví gera vit tað, vit gera?

Í Skriftini eru nógv dømi um menniskju, sum spyrja Gud spurningar um ymisk viðurskifti í teirra lívi. Men Sk...

Dýri Biðdagur Bøn

Dýra Biðidag skipar samkoman Lívsins Orð fyri bøn fyri Norðurlondum. Byrja verður kl. 10.00 við morgunmati. Bøn byrjar kl. 11.00 til 14.00. Skráin fyr...