
Lykilin til Guds ríki (1)
07.10.21 | Poli JacobsenHvat er lykilin til Guds ríki? Hetta er stóri spurningurin, sum Jesus viðger, tá ið Nikodemus kom at vitja Hann á nátt. Hví Nikodemus kom til Jesus á nátt er ikki nevnt, men ein kann hugsa sær nakrar orsøkir til tað.
Tað, at hann var Farieseari og ein ráðharri Jødanna, kann var ein orsøk. Bæði Nikodemus og Jesus vóru nógv upptiknir, og tí kom hann á nátt fyri at fáa frið at tosa við Jesus.
Ein onnur orsøk kann eisini vera, at Jesus ikki var væl umtóktur hjá Farisearunum og ei heldur hjá ráðnum, og tí óttaðist Nikodemus kanska at verða sæddur at fara á gátt hjá Jesusi.
Jesus svaraði honum: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av nýggjum, kann hann ikki síggja ríki Guds.” – Jóh. 3. 3
Stóri spurningurin í samrøðuni millum Jesus og Nikodemus er, hvussu vit koma inn í Guds ríki. Nikodemus skilir ikki tað, Jesus sigur, tí hann tosar um tað, sum hoyrir jørðini ella tí náttúrliga til, meðan Jesus tosar um tað andaliga, tað sum kemur omanífrá. Lykilin til Guds ríki er ikki jarðiskur, men andaligur.
Nikodemus segði við Hann: “Hvussu kann nakar verða føddur, táið hann er gamal! Man hann aðru ferð kunna fara inn í lív móður sínar og verða føddur!” Jesus svaraði: “Sanniliga, sanniliga, sigi Eg tær: Verður ein ikki føddur av vatni og Anda, kann hann ikki koma inn í ríki Guds. Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi. – Jóh. 3. 4-6
Hoyr Pola Jacobsen tala um:
- Hví vit mugu verða endurfødd
- Hvat tað vil siga, at verða endurføddur
- Hvussu vit verða endurfødd
Aðrar greinar

Hvussu er okkara samskifti?
Tanja N. Olsen talar um hví vit eiga at varða okkara tungu. Vit siga at vit hoyra Jesusi til, men líkjast vi...

Jesus elskar teg
Símin P. Jacobsen talar um hvør Jesus er fyri okkum. Í Matt. 16.13-17 spyr Jesus ”Hvønn siga tit Meg vera?”. Hetta er s...

Guds rættvísi 2
Poli Jacobsen talar annan part um Guds rættvísi út frá Lukas 18.9-14. Í hesi undirvísingini verður hugt at muninum í mil...