
Lykilin til Guds ríki (2)
21.10.21 | Poli Jacobsen“
Í Jóhannes evangeliinum kap. 3 hava vit eina frásøgn um eina samrøðu millum ein ráðharra Jødanna og Jesus.
Stóri spurningurin, sum teir viðgera er, hvussu ein kann koma inn í Guds ríki. Jesus ger Nikodemusi greitt, at ein má verða føddur av nýggjum fyri at koma inn í Guds ríki.
Nikodemus hevði trupult við at skilja tað, sum Jesus sigur, tí hann hugsaði og tosaði út frá tí náttúrliga menniskjanum, meðan Jesus talaði um tað andaliga menniskja.
Lykilin til Guds ríki, er at verða føddur av nýggjum ella endurføddur. At verða endurføddur merkir, at ein verður føddur omanfrá, av VATNI og ANDA. Men hvat inniber tað, at verða endurføddur? Hvat í menniskjanum verður føtt av nýggjum?
Fyri at skilja hvat hendir, tá ið eitt menniskja verður endurføtt, mugu vit spyrja okkum sjálvi:
1. HVAT VERÐUR ENDURFØTT?
Út frá tí, sum Jesus sigur í samrøðuni við Nikodemus, kunnu vit staðfesta, at talan er um eina ANDALIGA føðing. Vit kunnu eisini staðfesta, at ein ikki verður føddur inn í Guds ríki automatiskt. Um føðingin ikki er likamlig, hvør partur av menniskjum verður so endurføddur?
Í 2. Kor. 4.16-18 sigur Paulus soleiðis: “Vit missa tí ikki mótið; nei, um so útvortis menniskja okkara gongur til grundar, endurnýggjast tó innvortis menniskja okkara dag frá degi. Tí trongd okkara – sum er stokkut og løtt – virkar okkum í størri og størri yvirflóð æviga fylling av dýrd, við tað at vit hava ikki hitt sjónliga fyri eyga, men hitt ósjónliga. Tí hitt sjónliga er tímiligt, men hitt ósjónliga ævigt.” Paulus sigur eisini í 1. Tess. 5.23:
“Og Hann sjálvur, Gud friðarins, heilaggeri tykkum, øll sum tit eru, og mátti bæði andi, sál og likam tykkara verðið varðveitt fullkomin, ólastandi, í komu Harra okkara Jesu Krists!”
Flest menniskju hava ikki trupult við at skilja, at menniskjan er ein ÚTVORTIS partur og ein INNVORTIS partur, men fyri mong okkara er trupult at skilja, at INNVORTIS partur menniskjans er tvídeildur. Paulus sigur, at vit eru ANDI, SÁL og LIKAM, har tað er innlýsandi, at SJÓNLIGI ella ÚTVORTIS parturin er likamið.
Mong halda, at andi og sál er tað sama, men Hebr. 4.12 sigur, at sál og andi kunnu deilast upp: “Tí orð Guds er livandi og hevur kraft og er hvassari enn nakað tvíeggjað svørð; tað fer ígjøgnum, inntil tað klývur sál og anda, liðir og merg, og dømir hugsanir og ráð hjartans. Eingin skapningur er ósjónligur fyri ásjón Hansara; nei, alt er nakið og bert fyri eygum Hansara, sum vit hava við at gera.”
Tann parturin av menniskjanum, sum verður endurføddur, er andin í menniskjanum. Hetta er eisini í trá við tað, sum Jesus sigur við Nikodemus: “Tað, ið føtt er av holdinum, er hold, og tað, ið føtt er av Andanum, er andi.” (Jóh. 3.6).
2. HVÍ VERÐA ENDURFØDDUR?
Men hví er neyðugt at verða endurføddur. Hví má okkara andi umskapast ella endurføðast? Er tað ikki nóg gott, sum er? Í Matt. 9. 16-17 stendur:
“Eingin setur bót av ótøvdum vaðmáli á gamalt plagg; tí bótin skræðir meiri burtur úr plagginum, og holið verður verri. Ei heldur verður nýtt vín latið í gamlar skinnsekkir; annars spreingjast skinnsekkirnir, og vínið fer fyri einki, og skinnsekkirnir spillast; nei, nýtt vín verður latið í nýggjar skinnsekkir; so varðast báðir partar.”
Jesus vísir á, at tað nýggja vínið varð ikki latið í gamlar skinnsekkir, tí teir gomlu skinnsekkirnir vóru harðir og óliðiligir, og vildi nýggja vínið við tíðini spreingja hesar skinnsekkirnar. Í staðin lat man nýtt vín í nýggjar skinnsekkir, tí hesir vuksu við víninum, tá ið tað fór at gera. Nú eru helst fleiri mátar at skilja hetta uppá, men eitt gott boð er, at skinnsekkirnir eru mynd upp á anda menniskjans, meðan vínið er mynd upp á Heilaga Andan. Andin tekur ikki bústað í menniskjum, sum ikki eru “nýggj” ella fødd av nýggjum.
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...