Nærri – Felagsdagur fyri fríkirkjunetverkið

Hetta er dagurin, har vit leggja egin tiltøk, møtir og gudstænastur niður og koma saman sum karismatisk rørsla. Endamálið við Nærri er, at vit sum felagsskapur og einstaklingar koma nærri Gudi og nærri hvørjum øðrum. Vit trúgva, at eisini Heilagi Andin ynskir at sleppa okkum nær og at møta okkum. Vit gleða okkum til ein dag við gudstænastu, stórum barnamøti, lovsangi og felagsskapi. Vit byrja øll í Bylgjuni kl 12.00. Børnini fara oman til Løkshøll kl 12.30 Felagsskapur er eisini at eta saman. Vit bjóða eisini døgurða, sum krevur tilmelding og gjald á hesum leinki: https://keldan.atgongumerki.fo/…/event/3461127/order/info Kaffi og køkur eru ókeypis.
Onki kann sum nærvera Heilaga Andans broyta okkum. Vit enda dagin við lovsangi, forbøn og profetiskari tænastu, har vit bara søkja Gud fyri komandi ættarliði og okkara felagsskapi.

Skráin:
Kl 12.00 GUDSTÆNASTA.
-Vinjard Magnussen talar
-Innsavnan til fríkirkjunetverkið,
-Barnatiltakið Nærri børn (ganga oman í Løkshøll kl 12:30)

KL 14.00 VIT ETA SAMAN
-Baligrýta við rís

KL 15.30 NÆRVERA
-Lovsangur, tilbiðjan, bøn og forbønartænasta

KL 17.00 LIÐUGT

Aðrar greinar

Guds orð er okkara vápn

Lívsins Orð · Guds Orð er okkara vápn Heidi M Johansen talar um, at vit mugu lata Guds orð búgva ríkliga millum okkara. Tað er við Guds orði, at vit [...

Hvussu kemur trúgv?

Poli Jacobsen talar um hvussu vit fáa trúgv. Heb. 11.6 sigur, at tað er ómøguligt at toknast Gudi uttan trúgv, so tr...

Fokus

Símin P Jacobsen talar um at hava rætta fokusið. Í Matt. Kap. 4 vísir Jesus okkum hvat og hvussu Hann ynskir, at vit skulu vera. J...