
Okkara kristinlív
08.08.22 | Símin P. JacobsenSímun P. Jacobsen talar um grundreglur fyri okkara kristinlív út frá Rómbr. 12.9-21. Tað eru tveir spurningar vit, sum kristin, eiga at seta okkum sjálvum: Hvat er okkara fokus? og hvat stremba vit eftir í okkara lívi.
Hesi versini í Rómbrævinum eru ein áminning um, hvussu vit eiga at liva okkara lív.
Hoyr Símun tala um:
- At hava ein falsleysan kærleika
- At hata hitt illa og halda fast við hitt góða
- At vísa virðing fyri hvørjum øðrum
- At vera brennandi í andanum og tæna Harranum
- At vera glað í vónini
- At vera tolin í trongdini og áhaldandi í bønini
- At sýna samhuga við hinum heiløgu.
Lykilin til at vera brennandi fyri Jesusi, er at hava samfelag við Hann. Lata vit upp fyri Honum og geva Honum rúm í okkara dagliga lívi?
Sí, eg standi við dyrnar og banki uppá. Um einhvør hoyrir rødd mína og letur upp dyrnar, tá skal eg fara inn til hansara og eta nátturða saman við honum, og hann við mær.
Opin. 3.20
Aðrar greinar

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...

Guds orð er okkara vápn
Lívsins Orð · Guds Orð er okkara vápn Heidi M Johansen talar um, at vit mugu lata Guds orð búgva ríkliga millum okkara. Tað er við Guds orði, at vit [...

Hvussu kemur trúgv?
Poli Jacobsen talar um hvussu vit fáa trúgv. Heb. 11.6 sigur, at tað er ómøguligt at toknast Gudi uttan trúgv, so tr...
