
Salt jarðarinnar
16.07.24 | Símin P. JacobsenSímin P. Jacobsen talar um at vit eru salt jarðarinnar og ljós heimsins. Vit vita ikki hvat framtíðin hevur at bera og sjálvt um vit planleggja væl, so kann morgindagurin vísa seg, at gerast heilt øðrvísi enn vit roknaðu við.
Í Matt. 5.13-14 sigur Jesus, at
Tit eru salt jarðarinnar; men um saltið dovnar, hvørjum skal tað tá verða saltað við? Tað dugir einki longur uttan at verða blakað út og traðkað undir mannafótum. v14 Tit eru ljós heimsins. Ikki kann tann staður verða fjaldur, ið er uppi á fjøllum.
Í Matt. 6.25 sigur Jesus, at vit skulu ikki stúra fyri lívi okkara og í Fil. 3.14 sigur Paulus, at hann gloymir tað, sum aftanfyri er. Vit kunnu ikki lata ótta og stúran stýra okkara lívi. Hoyr Símin tala um, at:
1. Vit mugu gloyma fortíðina
2. Vit mugu hyggja frammeftir
3. Vit mugu ikki stúra fyri nøkrum
4. Vit eru salt og ljós jarðinnar.
Aðrar greinar

Hvat gert tú við kallið?
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...

Guds orð er okkara vápn
Lívsins Orð · Guds Orð er okkara vápn Heidi M Johansen talar um, at vit mugu lata Guds orð búgva ríkliga millum okkara. Tað er við Guds orði, at vit [...

Hvussu kemur trúgv?
Poli Jacobsen talar um hvussu vit fáa trúgv. Heb. 11.6 sigur, at tað er ómøguligt at toknast Gudi uttan trúgv, so tr...
