Steðga og njót Gud

Eg elski Guds nærveru. Eg elski at lurta eftir lovsangi og bara njóta at vera saman við Honum. Men tað er ikki altíð lætt, tí vit eru so upptikin sum nútímans menniskju. Okkara lív eru fylt við nógvum umráðandi og góðum tingum: familjum, makum, børnum, vinum, samkomu, arbeiði, ítrotti, tónleiki, politikki, og Áðrenn Elvis. Tað er eisini fylt við tingum, ið ikki hava nógvan týdning. Dagurin merkist ofta stuttur og gongur sera skjótt, og tá er lætt at føla sum um, man ikki hevur tíð til at vera saman við Gudi, ella at Hann ikki er har. Eg eri ov upptikin, og alt gongur ov skjótt fyri seg.

Fyri ikki so langari tíð síðani las eg eina veruliga søgu, sum virkuliga rakti meg. Í januar 2007 setti ein av heimsins bestu violinspælarum, Joshua Bell sær fyri at vita, hvat hevði hent, um hann spældi niðri í undirgrundini í Washington, D.C., meðan eingin vitsti, hvør hann var. Í 45 minuttir spældi hann løg frá Johan Sebastian Bach, og í teir 45 minuttirnar steðgaðu bara seks fólk at lurta eina løtu. Túsundtals fólk gingu framvið. Tjúgu fólk góvu honum eitt oyra, og tilsamans tjenti hann 32 dollarar. Tveir dagar framanundan spældi Joshua Bell somu løg fyri einum stappaðum lokali, við somu violin, ið hevði eitt virði áljóðandi 3,5 million dollarar. Hvør billett kostaði 100 dollarar.

Eg trúgvi, soleiðis er tað eisini ofta andaliga. Vit eru so upptikin í okkara gerandisdegi, at vit ofta síggja ikki, tá Gud, tann virðismiklasti, er beint frammanfyri okkum, ella um Hann hevur okkurt at fortelja okkum. Tað, sum er uppaftur meira ræðandi, er, at ofta síggja vit ikki Guds vakurleika, kærleika og dýrd, tí vit ikki taka stundir til at steðga á. Av teirri orsøk, upplivað vit ikki Guds nærveru. Alt í tí dagliga gongur jú so skjótt fyri seg. Í sálma 46:10 stendur at “haldið uppat [be still], og sannið, at Eg eri Gud”. Tað er, tá vit taka einu løtu til at steðga á og vera still, at vit kunnu njóta Guds nærveru og hoyra frá Honum. Eg ynski at liva meira í hesum. Harrin ynskir, at vit í tí dagliga steðga á og njóta Hann.

Aðrar greinar

𝗙𝗿𝗼𝗺 𝗱𝗿𝘂𝗴𝘀 𝗮𝗻𝗱 𝗼𝗰𝗰𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺 𝘁𝗼 𝗖𝗵𝗿𝗶𝘀𝘁

Rev. Kirk DuBois was saved in 1971 as a teenager during the “Jesus Movement” in San Diego, California, and delivered from drugs and the occult. He was...

𝗙𝗿𝗮́ 𝗿𝘂́𝘀𝗲𝘃𝗻𝘂𝗺 𝗼𝗴 𝗼𝗸𝗸𝘂𝗹𝘁𝗶𝘀𝗺𝘂 𝘁𝗶𝗹 𝗞𝗿𝗶𝘀𝘁𝘂𝘀

Sunnudagin 12. apríl fær samkoman Lívsins Orð vitjan av Kirk Dubois úr USA.Kirk Dubois varð frelstur sum ein tannáringur í 1971 undir tí sokallaðu rør...

Hvat gert tú við kallið?

Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bí...