
Styrkin í Harranum (2)
24.02.21 | Poli JacobsenGud ynskir, at vit skulu vera andaliga sterk, tí í hesum heimi koma vit, okkara trúgv ella sannføring, at vera undir trýsti. Men Gud ynskir at geva okkum styrkina, sum skal til, fyri at standa í móti hesum trýsti.
Hann [Harrin] gevur hinum troytta kraft og hinum máttleysa mikla styrki.
– Es. 40.29
Esaias sigur, at Harrin GEVUR kraft og mikla styrki. Men sum við øllum, sum Gud gevur okkum menniskjum, roynir fíggindin at stjala og drepa og forkoma tí, sum Gud hevur givið okkum (Jóh. 10.10). Fíggindin ynskir at síggja okkum veik, bæði andaliga, sálarliga og likamliga. Gud ynskir hinvegin, at vit eru sterk í Honum, so vit kunnu standa í móti fíggindans álopum.
Tað eru nøkur ting, sum Gud vil hava okkum at gera, tá ið tað snýr seg um andaliga styrki:
- VIT MUGU ANSA EFTIR OKKARA ANDALIGU STYRKI
Í Dómarabókini kap. 13 til 16 lesa vit um Samson. Hann hevði fingið eina yvirnáttúrliga styrki frá Harranum. Styrkin sat í hárinum, og so leingi hann ikki klipti hárið, varðveitti hann styrkina. Men Samson gekk uppá kompromis og lat fíggindan stjala sína styrki.
- VIT MUGU STYRKJA OKKARA HJARTA
Ják. 5.8 sigur: “”Verið eisini tit tolnir, styrkið hjørtu tykkara, tí koma Harrans er nær!”” Aftur her síggja vit, at Gud ynskir, at vit eru andaliga sterk. Jákup tosar ikki um okkara likamliga hjarta her men um okkara andaliga menniskja. Eitt annað vit kunnu leggja merki til er, at VIT skulu styrkja okkara hjørtu. Tað kunnu vit gera við at leita okkum styrki hjá Gudi.
- VIT MUGU STYRKJA ONNUR Í HARRANUM
Luk. 22.32: “”Men Eg [Jesus] bað fyri tær, at trúgv tín skal ikki svíkja; og táið tú einaferð vendir við, styrk tá brøður tínar!”” Hetta sama síggja vit eisini í Áps. 14.21-22: “”Teir kunngjørdu nú evangeliið har í býnum og vunnu nógvar lærisveinar. So fóru teir aftur til Lystra, Ikonium og Antiokia og styrktu sálir lærisveinanna, ámintu tey um at standa føst í trúnni og søgdu teimum, at tað er gjøgnum nógvar trongdir, vit skulu ganga inn í ríki Guds.”” Hetta sama síggja vit í Áps. 15.32 og 15.41.
Latið okkum leita okkum styrki hjá Harranum, so vit kunnu liva tað lívið, sum Hann ynskir av okkum, og vera tilreiðar at styrkja onnur í trúnni.
Aðrar greinar

Fylg Jesusi
Heidi M. Johansen talar um at fíggindin brúkar okkara fortíð og mistøk fyri at forða okkum í at fylgja Jesusi. Í Jóh. 21 les...

Hjálparloysi
Kári E. Jacobsen talar um hjálparloysi og hvussu øll menniskju einaferð hava verið hjálparleys. Við dømum úr Bíbliuni, vísi...

Gud er trúfastur
Tanja N Olsen vitnar um, at Gud er trúfastur og at vit mugu liva og handla sum um Hann er trúfastur. Eins og Gud [&hell...